Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

SØGUBROT: Fyrsta tímatalvan fyri løgtingsarbeiðið

Tá ið Lasse Klein, fyrrv. løgtingsformaður legði nýggja tímatalvu fyri Føroya Løgting í desember 1993, vóru tað ikki øll tingfólk sum dámdu hesa ætlan. Fleiri mótmæltu tí hetta var nakað sum ikki kundi lata seg gera.

Í fororðinum til nýggju fundarætlanina til løgtingslimirnir skrivaði Lasse Klein, fyrrv. løgtingsmaður:

“Fundarætlanin fyri fyrra hálvár 1994 er ein roynd, at skipað løgtingsarbeiðið í fastar karmar, og geva møguleikar fyri at leggja arbeiði á løgtingi og nevndum betur til rættis.

Nevndarfundir kunnu leggjast til rættis fyrrapartar ella seinnapartar áðrenn og aftaná tingfund.

Umframt hetta er roknað við trimum vikum har eingir fundir eru í samband við jólini, og eina viku í samband við páskirnar.

Tað skal gerast vart við, at orsøkin til fundarfríðu vikurnar, og einstakar dagar er, at geva løgtingslimunum betri møguleikar at leggja til rættis løgtingsarbeiðið, eins og arbeiði uttan tinggátt, soleiðis at serstakir fundardagar, seminar, hoyringar o.s.fr., kunnu leggjast teir dagar, tá løgtingsfundur ikki er.

Um so er at broytingar verða í skránni, verður hetta fráboðað, men vón mín er, at hendan fundarætlan kann haldast”, skrivaði Lasse Klein fyri 19 árum síðani.

Hóast tingmenn vóru ivasamir um fasta fundarætlan fyri tingfundir, vóru teir kortini fegnir um ætlanina sum frá leið, og síðani hevur borði til at lagt allar tingfundir til rættis eftir sama leisti.