Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Søgdu kristinu farvæl í dugna fríggjadagin

Í samband við at Kristina Larsen, sum hevur verið stjóri á Dugna tey síðstu 14 árini, fer í annað starv, var móttøku í hølunum hjá Dugna á Hjalla fríggjadagin.

Stýrið fyri Heimatænastuna í Eysturkommunu og Fuglafjarðar kommuna hevur sett Kristinu T. Larsen í starvið sum leiðara fyri nýggju Heimatænastuna í Eysturkommunu og Fugjafjarðar kommunu.

Kristina hevur drúgvar leiðsluroyndir sum stjóri í Dugna, har hon m.a hevur megnað at flutt Dugna til at verða ein týðandi og jaligan stovn við sera góðum umdømi í føroyska samfelagnum. Kristina byrjar í starvinum tann 1. november.

Hópur av fólki var møtt fríggjadagin, fleiri røður vórðu hildnar og skipað var eisini fyri góðum undirhaldi.