Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

SØGAN UM SJÓBORGINA FRÁ 1884 TIL DAGIN Í DAG

Bygd í 1884 sum slupp. Fekk navnið “City of Edinboro”. Í dag er hon tann seinasta sluppin sum eftir er sum bleiv bygd í Hull til langfarafiskiskap. Ein stórhending sum er við til at lýsa søguna um eina sera týdningarmikla tíð - ikki bara hjá bretum, men eisini í søgu føroyinga.
 
Skipaslag: Slupp. Bygginummar: J. 611. Smíðistaður: W. McCann, Hull. Smíðiár: 1884. Tilfar: Eik. Longd: 76,20 føtur. Breidd: 20,40 føtur. Dýpd: 9,90 føtur. BRT: 83,43 og NRT: 33,61.
 
Í dag eigur Excolsior Trust skipið, sum hevur ætlanir um at umbyggja tað í upprunaligan stand. 
 
SØGAN

1884
Skipið var bygd á skipasmiðjuni hjá William McCann. Kjølurin strektur 28. januar 1884, og 28. apríl 1884 latin eigaranum Simson og Bowman. Fekk skrásetingar nr. H 1394, og doyptur “City of Edinboro”. Í næstan 13 ár fiskaði skipið í Norðsjónum við troli.

1897
Seld til Reykjavíkar í Íslandi. Skrásettur sum RE 13. Navn “Frida”. Fiskaði við línu undir Íslandi.

1908
Seld til Sjavarborg, eitt reiðarafelag í Hafnafirði - sunnanfyri Reykjavík.

1913
Seldur til Føroya: Niels Juel Mortensen, Framhaldandi við navninum “Frida”, men skrásett TG 546. Fiskaði við línu undir Íslandi og Føroyum.

1924
Fekk ein lítlan hjálpi motor, men var framvegis rigga við seglum. Hon fekk navnabroyting til “Sølvasker”.

1943
Seld til O. J. Olsen í Vestmanna, skrásett VN 304. Fekk nýtt stýrhús.

1957
Fekk nýggjan motor: Burmeister & Wain Alpa diesel motor.

1961
Fekk nýtt stál stýrhús.

1962
Hans Petur Højgaard á Toftum keypir skipið, og fær nýtt navn: “Sjóborgin”, og skrásetingar nr. FD 48. Fiskaði undir Føroyum og Íslandi við línum v.m.

1980
Endar aftur í Hull. Keypt av Dr. Henry Irving, sum gav skipinum navnið: William McCann. Umbygd í upprunaligan stand við seglum. Sigldi við ferðafólki runt um í Evropa. Skipið rendi á land og fórst illa. Tað hevur eydnast at fingið fatur í myndum aftaná umbyggingina sum Dr. Henry Irving framdi.

1994
William McCann Trust yvirtekur skipið við heimstaði í Hartlepool.

1996
Fær sítt uppruna navn sítt aftur: “City of Edinboro”.

2000
Seld til Excelsior Trust fyri 1 pund, og liggur í Lowestoft og bíðar eftir at verða umbygt av nýggjum.
 
Lasse Klein
 
Kelda: The Excelsior Trust´s Historic Vessels.