Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Á myndini vinstrumegin frá: Sofus Johannesen, Oddvør Vang, Jóhanna Vang, Hergerð Heldarskarð og Anna Johannesen.

Sofus eggjaði øðrum at luttaka

Sofus Johannesen frá Gjógv var ein av teim 192, sum gingu hálvt maraton á Tórshavnar Maraton leygardagin 4. juni. Tá ið vit av fyrstantíð prátaðu við Sofus, hevði hann júst teknað seg, og ein av høvuðsorsøkunum var, tí hann sá hetta sum eitt gott høvi at leggja trýst á seg sjálvan og fáa gongd aftur á gongutúrarnar.  Sofus varð skurðviðgjørdur fyri krabba í fjør summar, men var heppin at sleppa undan eftirviðgerð, men viðgerðin var ein áminning um at ansa væl eftir heilsuni. 

Spurdur, hvussu gekst honum á gott 21 kilometra langa túrinum, letur Sofus væl at og sigur, at góða veðrið sjálvandi setti sín góða dám á upplivingina henda leygardagin. Á túrinum av Vaglinum í Havn og fram við Stond til Hvítanes gekk hann onkuntíð einsamallur og viðhvørt kom hann í prát við aðrar luttakarar. ”Tað er áhugavert at ganga eftir vegnum, sum eg vanliga bara koyri eftir, men til gongu fekk eg eyga á heilt aðrar smálutir, sum eg annars ikki gevi mær far um, tá ið eg siti í bili,” sigur Sofus.

Sofus hevði ikki sett sær nakað mál um at klára túrin innan ávísa tíð, men roknaði við, at túrurin fór at taka millum 4 og 5 tímar, og hóast hann gekk meginpartin av vegnum, rann hann tó eisini onkrar stuttar teinar.  Men tá ið hann vendi innan fyri elverkið á Sundi og hevði lagt helvtina av túrinum aftur um seg, vóru bara 2 tímar farnir, og tá fekk hann vónina um at klára túrin undir 4 tímar. ”Eg var fegin, at eg kláraði túrin í 3 tímar og 50 minuttir, og hóast eg ikki hevði eitt ávíst mál, so er altíð hugaligt, tá ið tað gongur betur enn væntað,” sigur Sofus væl nøgdur. Allar tríggjar systrarnar umframt ein systurdóttir vóru eisini á luttøkulistanum, so ikki kann sigast annað enn, at tað er flott umboðan frá systkjunum frá Gjógv. Jóhanna og Hergerð runnu, og Anna og systurdótturin Oddvør gingu hálvt maraton.

Tað, sum Sofus tó er allar fegnast um, er at hann undan túrinum hitti fleiri fólk á Vaglinum, sum komu til hansara og søgdu, at tey høvdu teknað seg til gangi½maraton, tí tey høvdu lisið um Sofus á netinum ella hoyrt hann greiða frá, at hann ætlaði sær at luttaka, og hesi hugsaðu, at um Sofus kláraði gongutúrin, so fóru tey eisini at klára tað. ”Hetta var ein góð uppliving, og eg fari heilt avgjørt at luttaka aftur næsta ár”, sigur Sofus Johannesen at enda.