So verður aftur kappast í triathlon
Komandi sunnudag verður aftur kappast í triathlon. Hesa verður verður aftur kappast í triathlon á OL teininum, men hesa ferð verður kappast á einari heilt aðrari rutu, og hesa ferð verður loyvt at ”drafta”, tvs. tað er loyvt at koyra í felti tá súkklað verður.
Rutan sunnudagin verður ein fløt ruta, og súkklað og runnið verður á einum nærum fløtum teini!
Fyri at økja um áhugan fyri triathlon skipar Føroya Triathlon Felag eisini fyri triathlon á styttri teinum, og tí verður, umframt OL teinurin, eisini møguleiki fyri at kappast í Sprint- og 1/12 triathlon!
OL teinurin:
1500 m svimjing
40 km súkkling
10 km renning
Sprint triathlon:
750 m svimjing
20 km súkkling
5 km renning
1/12 triathlon:
350 m svimjing
10 km súkkling
2,5 km renning
Tey sum ynskja at luttaka kunnu tilmelda seg á telefon:
211287 – Gunnar Dahl-Olsen
Kappingin byrjar kl. 13, og allir luttakarar skulu møta í Svimjihøllini í Gundadali kl. 12.00!