Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

So var Heðin eisini høvuðstíðindini í Irish Daily Star

Hann dugur. Borgarstjórin í Havn. Hesferð rakk hann upp og fekk høvuðstíðindini í Írsku avísuni, Irish Daily Star, sum hevði samrøðu við Heðin Mortensen, í samband við dystin.

Blaðið endurgevur borgarstjóran fyri at siga, at okkara lið av bóndum, fiskimonnum og húsasmiðum, nokk skal vinna á Írska liðnum, og hann tippar ein sigur uppá 2-1. Men rós fáa írar eisini frá borgarstjóranum, tó at teir ikki kláraðu seg so væl í móti týsklandi.

Heðin Mortensen nevnir, at føroyska landsliðið kláraði seg væl í móti svøríki, og hevur tí eisini vónir um at vinna dystin, og sigur, at Írar skulu vera vælkomnir til Føroyar, og  at føroyingar hava gott føroyskt øl at bjóða írum, sum annars eru kendir fyri sítt góða øl.

Jú sanniliga! So var Heðin eisini høvuðstíðindini í Irish Dahily Star, sum var avmyndaður saman við soninum, og sjálvandi vóru báðir í føroyskum klæðum.