Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

So fór Sambandsflokkurin spolandi 200 ár aftur í tíðina...

Vit kunnu øll fegnast um og vera errin av, at vit loksins fáa eina føroyska løgfrøðiútbúgving á Fróðskaparsetrinum. Men sum vanligt roynir Sambandsflokkurin støðugt at bróta niður álitið á okkum sjálv, og heldur seg kunna ræða okkara dugnaliga og víðskygda ungdóm til at venda Føroyum og føroyskum førleikum bakið

Høgni Hoydal

Talan er um eitt hjartamál, ið hugsjónarfólk hava stríðst fyri í meira enn hálva øld. Talan er um eitt stórt framstig í okkara útbúgvingarskipan og í møguleikunum hjá fólki at nema sær útbúgving og at granska í Føroyum. Talan er um ein grundarstein í føroyskari tjóðarbygging.

Talan er um nýggju løgfrøðiútbúgvingina á Fróðskaparsetrinum, sum í fyrsta umfari er á bachelor-stigi og síðani verður bygt út til master-stig.

Fyri meira enn 70 árum síðani skutu hugsjónarfólk upp at stovna hægri útbúgving í løgfrøði í Føroyum. Tí við lóg skal land byggjast. Og við eini hægri útbúgving í løgfrøði styrkja vit bæði okkara egnu løgsøgu og okkara førleikar í lóg, fyrisiting, rætti, dómsmálum og altjóða lóg.

Talan er um eina fortreyt fyri at byggja egið føroyskt dómsvald,rættarskipan, løgreglu og at byggja fyrisiting og lóg í Føroyum, sum er grundað føroysk viðurskifti. Og at fara út í altjóða lóg við støði í føroyskum royndum.

Hetta er partur av tí, vit hava droymt um. Og tøkk og heiður til tykkara, ið hava gjørt hetta møguligt.

Talan er um eitt mál, ið vit øll áttu at kunnað fegnast um og verið errin av.

Afturhaldið vaknar
Men Sambandsflokkurin sigur: Ikki talingur um! Vit skulu ikki virða okkara egna ella menna okkara egnu førleikar í Føroyum og í heiminum! Vit skulu ikki gera nakað, ið kann byggja nútímans tjóð og skapa okkara ungdómi og fólki og møguleikar! Vit skulu ikki gera nakað, ið kann minka um danskt vald í Føroyum!

Ístaðin fer Sambandsflokkurin undir at ræða okkara ungfólk frá at velja at taka hesa útbúgving í Føroyum. Tí so skulu tey ikki kunna fáa starv sum advokatar og dómarar í Føroyum, tí tað sigur danska rættargangslógin! Á, tær visjónir!

Av óskiljandi orsøkum heldur eisini okkara kringvarp saman við onkrum privatum miðli og privatum advokati, at hetta eru væl grundað tíðindi og væl valt sjónarhorn at bera fram til Føroya fólk. Ja, sama kringvarp, ið varð stovnað, hóast Sambandsflokkurin bardist við hond og fót ímóti, at vit skuldu hava føroyskt útvarp og sjónvarp. Og sum ræddi á sama hátt við, at føroysk tíðindi fóru at taka tað danska frá okkum og at vit kundu ongantíð hava førleikar til slíkt og at menna okkara egnu miðlar. Okkara egna var jú altíð verri og vit fóru ongantíð at duga tað sama sum í Danmark.

Sama søgan umaftur
Á sama hátt bardist Sambandsflokkurin ímóti føroyskum máli í okkara skúla, kirkju, í rættinum og í umsitingini. Vit vóru jú ikki klár, og tað fór ongantíð at verða góðtikið í donsku skipanini, søgdu teir.

Og á sama hátt bardist Sambandsflokkurin við hond og fót ímóti, at vit skuldu hava okkara egna Fróðskaparsetur. Móti fiskimarki, vegum, flogferðslu, altjóða samstarvi, egnum heilsuverki, pensjónum, vælferðartænastum og so framvegis. Og ímóti øllum tí, sum vit savnast um, og eru ernast um í dag.

Vit hava júst hátíðarhildið 200-ára føðingardagin hjá V.U. Hammershaimb og halda í ár eisini 100 ára dagin fyri, at Merkið á fyrsta sinni varð vundið á stong í Føroyum.

Sambandsflokkurin segði júst tað sama um føroyskt sum nútímans mál og um at hava egið flagg, sum teir nú flagga við um løgfrøði á Fróðskaparsetrinum.

Har er onki nýtt undir sólini. Teir spola gleðiliga bæði 100 og 200 ár aftur í tíðina.

Og her tosi eg sjálvandi um Sambandsflokkin og sambandspolitikk – ikki um sambandsfólk sum heild, tí tey byggja sjálvandi land hvønn dag.

Vit fara at vinna á afturhaldinum
Men vit vita, at afturhaldið fer ikki at vinna. Tí vit kunnu spyrja: Hvørji mál hevur Sambandsflokkurin havt sum visjón at byggja upp í Føroyum sum eitt nútímans og mennandi samfelag? Hvat av teimum er framt? Og hvussu nógv mál hava teir barst ímóti og bara havt sum boðskap, at tað skal vera danskt og sum í Danmark? Hvussu nógv orka er farin til at bróta niður og niðurgera okkara egna, heldur enn at byggja upp og skapa Føroyar sum eina nútímans tjóð í heiminum?

Men kortini hevur tað eydnast at vinna á undirbrotligheitini og undirmetingini av okkum sjálvum, hvørja ferð. Og tá tekur eisini Sambandsflokkurin at enda undir, tá alt er framt.

Sjálvandi kunnu vit lesa løgfrøði á Fróðskaparsetrinum og byggja upp okkara vitan og gransking um lóg. Danska rættargangslógin er ongin forðing.

Bæði tí vit sjálvandi megna at byggja bæði góðar og hóskandi útbúgvingar til føroysk viðurskifti, ið hava altjóða støði, og vit hava ov mikið av dugnaligum fólki og ungdómi, sum standa seg framúr í altjóða høpi. (Annars eru heldur ikki bretskar, franskar týskar, svenskar, norskar, amerikanskar, kinesiskar ella aðrar løgfrøðiútbúgvingar góðkendar í donsku rættargangslógini. Havi ikki hoyrt, at tey hava stongt síni universitet ella rætt síni fólk frá at nema sær útbúgving har.)

Og ikki minst tí vit taka sjálvandi taka dómsmál, rættarskipan og løgreglu á føroyskar hendur í komandi valskeiði.

Við lóg skal land byggjast. Og eg eri sannførdur um, at okkara altjóða víðskygdi ungdómur fer at velja ta trongskygdu donsku nasjonalismuna frá og byggja land við bæði lóg og “love”.