Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

So fara vit undir nýggja Musikkskúlan

Tað var stórhending í borgarstjórafundarhølinum í gjár, tá sáttmálarnir vórðu undirskrivaðir við ráðgevararnar, sum skulu luttaka í projekteringini av nýggja Musikkskúlanum.

Tað er arkitektavirkið Kontrast hjá Mayfinni Norðoy, sum hevur teknað uppskotið til Musikkskúlan, sum er staðsettur millum Sundsvegin og Norðurlandahúsið. Hinir ráðgevararnir eru Landsbyggifelagið, HMP Consult og SMJ Consult.

- Hetta er eitt einastandandi spennandi uppskot, har hædd eisini er tikin fyri framtíðar útbygging av Norðurlandahúsinum, har øki til bygging er sett av móti vestri, sum kann knýtast uppí NLH við tunlum, brúgvum og glasgongdum, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri.

- Ímyndin av einum klovnum kletti er vøkur og spennandi. Talan verður sostatt um tveir bygingar, einum bygningi til undirvísingarhøli og umsiting, hin er orkestur-, venjingar- og konserthøli.

- Áhugin fyri Musikkskúlanum er avbera stórur og býurin hevur tørv á bæði undirvísingarhølum og einum palli, sum livir upp til altjóða krøv á økinum. Tí málinum fara vit at røkka við hesum einastandandi bygninginum, segði ein sera fegin Heðin Mortensen, eftir at partarnir høvdu skrivað undir í gjár.

Kelda: www.torshavn.fo