So er Appurin hjá Levi Mørk býraðslimi klárur
Veljarin hjá Tórshavnar kommunu kunnu nú fáa ein politikara beinleidis i lumman. Javnaðar býradslimurin í Havn, sum eisini er formaður í byggi og býarskiparnevndini hjá Torshavnar kommunu, hevur gjørt hesa Appina saman vid einari amerikanskari fyritøku og Appin kann heintast hja Appel iTunes App Store og innstalleras direkta til Iphonina og IPod. Seinni er hon tøk til IPad og Androide' s fartelefonir.
Eg havi arbeitt eina tíð við ætlanini og sá í fjør, at onkur danskur býráðslimur var tann fyrsti politikarin í Danmark, við einari App, hetta var í fjør. So hugsaði eg at hetta mátti eg royna. Nu kann Appin takast nidur.
Vid hesari App/forriti kann ein fylgja vid politiska arbeiðinum hjá mær gjøgnum tekstir/greinar, video, ljóðfilar, myndir og kjatti.
Eg hoyrið oftani, frá fólkið sum siga, at tad er ringt at fylgja vid hvat vit gera i býradnum og her er so ein møguleiki at fáa boðskapin meira út til folkið.
Tí royni eg hetta, havi annars nýliga gjørt mær nýggja heimasidu, sum er www.levimork.com , haldi tad er ringt at fáa boðskapin út við vanligari heimasiðu.
Jú, Facebook og Twitter er ein møguleiki, sum eg eisini bruki nógv til at fáa boðskapin út.
Appin hevur tiðindir, leinkir, leiti møguleikar, ljóðtilfar, greinasavn, yvir 1000 myndir og 150 greinar. Eisini eru privat ting at finna á Appini.
Alt hetta verður gjørt gjøgnum mina heimasidu. Tvs, eg skal bert uppdatera heimasiduna, so er Appini eisini uppdatera og tær hava sama innihald.
App’in er okeypis og er klarur og kann takast nidur fra Appel Store ókeypis.
"Direct link to the app`s page in the appstore:
Trýst á linkin niðanfyri
http://itunes.apple.com/us/app/levi-m-rk-s-app/id523428109?mt=8&ls=1
Levi Mørk