Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

So byrjar arbeiðið uppá dupulthøllina

Borgarstjórin og forkvinnan í mentamálanevndini loystu hvør sítt flag á Hálsi nú kl 17. Og longu í næstu viku fer jørð- og betongarbeiðið í gongd.

Heðin Mortensen segði í stuttari røðu, at býráðið í november samtykti at byggja Høllina á Hálsi út til dupulthøll, soleiðis at fullur hondbóltsvøllur kemur aftrat. Harumframt verða bygd høli til judo og borðtennis, so hesar ítróttagreinir fáa bestu umstøður.
Dupulthøllin skal kunna veita umstøður til aðrar ítróttagreinir, til finalur og til størri altjóða kappingar.

- Høllin skal vera karmur um størri heimlig og altjóða tiltøk og events, eisini innan vinnulív, so sum handilsmessur og -ráðstevnur, innan mentan og undirhald, so sum stórar konsertir og framsýningar, til stór samkomumøti v.m. Hetta verður ein fjølbroytt og fleksibul høll, sum kann vera við til at menna ítrótt, vinnulív, mentan og altjóða samstarv. Stórhøllin er tí meira almentgagnlig og røkkur fleiri áhugabólkum.

- Við dupulthøllini á Hálsi verður talan um ítróttadepil, ið enn betri kann virka sum tjóðarhøll eitt nú í sambandi við finalustevnur og flestu altjóða dystir. Høllin kemur at hava pláss fyri umleið 1.800 áskoðarum á verandi áskoðaraplássum, umframt tveimum áskoðarapallum, sum kunnu flytast. Eitt nú til konsertir kann roknast við plássi fyri 2.500-3.000 áhoyrarum, alt eftir uppseting.



- Og so verða parkeringsumstøðurnar munandi betraðar við fleiri enn 100 nýggjum parkeringsplássum. Harvið verður stadionøkið í Gundadali uppaftur sterkari sum ítróttadepil saman við Tórsvølli, FIMI og seinni eisini langhyli, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri.

Lægsta tilboðið uppá arbeiðið høvdu J & K Petersen, sum fara at gera arbeiðið fyri umleið 9. mio.kr. Sjálvt byggiarbeiðið verður boðið út um umleið ein mánaða og byrjar í summar, so skjótt sum jørðarbeiðið er klárt til tað.