Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

So byrja samráðingarnar av álvara

Samráðingarnar millum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið um nýggjan sáttmála verða tiknar uppaftur í Fíggjarmálaráðnum í dag. Sáttmálarnir við Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið fóru úr gildi á miðnátt 30. september. 

Nú byrja samráðingarnar um nýggjar sáttmálarnar fyri limirnar hjá Starvsmannafelagnum, sum arbeiða hjá tí almenna, av álvara.

Samráðingarfundur verður í morgin, 2. oktober kl. 9.30, millum Starvsmannafelagið og lønardeildina hjá Fíggjarmálaráðnum um sáttmálan fyri tey, sum starvast hjá landinum. Hesin fundurin verður í Fíggjarmálaráðnum á Argjum.

Sáttmálatingingarnar millum lønardeildina og fakfeløgini hava bíðað eftir nýggjum landsstýrisfólki í fíggjarmálum, eftir løgtingsvalið 1. september.

Nýggi sáttmálin kemur fyri 3-ára sáttmálan millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið, sum kom í gildi 1. oktober 2012.

Krøvini til nýggja sáttmálan vóru handað í juni.

Fyribils eru fýra fundardagar avtalaðir millum Starvsmannafelagið og lønardeildina. Arbeitt verður eftir sáttmálanum frá 2012, so leingi samráðingar eru um nýggjan sáttmála.

Sáttmálin hjá teimum, sum arbeiða hjá kommunum, fór eisini úr gildi á miðnátt 30. september.

Samráðingarnar millum Starvsmannafelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið verða í næstum. 

Fyribils arbeiða tey hjá kommununum eisini eftir sáttmálanum frá 2012.