Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

SO BYRJA F’LJÓÐ STOVUKONSERTIRNAR AFTUR

Mikukvøldið 1. oktober kl. 20.00 verður 23’nda stovukonsertin í Stoffalág 18: HOLGAR JACOBSEN spælir saman við Tórfríð Tavsen og Jóan Jakku Guttesen.

Nú fara vit aftur undir tær vælumtóktu F'LJÓÐ stovukonsertirnar eftir summarsteðgin. Fyrsta konsertin í hesum umfarinum verður mikukvøldið 1. oktober kl. 20.00 við navnframa vágamanninum og singer&songwriter Holgar Jacobsen.

Við sær hevur Holgar Jacobsen songkvinnuna Tórfríð Tavsen, sum kemur at syngja okkurt sjálv, umframt at syngja kór og duett saman við Holgari. Haraftrat luttekur Jóan Jakku Guttesen sum bass spælari. Sjálvur spælir Holgar gittar og syngur.

Løgini, tey fara at spæla, eru av solofløgunum hjá Holgari: "Ongan veg" og "Kanska tú svav". Harumframt fer Holgar at presentera okkurt heilt nýtt lag av síni komandi útgávu: "Fjøtraður".

TÓNLEIKALÍVSLEIÐIN HJÁ HOLGARI JACOBSEN** Holgar byrjaði sum 10 ára gamal at spæla gittar.

- Eg havi altíð haft ein dreym um at gerast gittarspælari. Unglingaárini høvdu nógvar avbjóðingar við sær, men gittarin varð ongantíð sleptur. Seinni, tá smáforelskilsir komi inn í lívið, byrjaði eg so smátt at yrkja og seta løg til. Hetta var ein trivlandi byrjan, men tó ein byrjan, sigur Holgar.

Holgar fór at spæla við í tveimum bólkum, Sørvings og Ghostriders, sum góvu út kasettubond í 1989-90, har onkur løg gjørdust kvøðuljómaslagarar. Seinni fór hann at spæla í bólkinum Holgar og Villmenn, sum gav 3 fløgur út frá 2002 til 2007.

Síðan fór Holgar undir sínar soloverkætlanir. Higartil eru tvær fløgur útkomnar: "Ongan veg" og "Kanska tú svav". Fløgurnar hava fingið sera góð ummæli.

Sjálvur sigur Holgar soleiðis:

- Eg eri sera glaður fyri góðu umrøðuna, mínar fløgur hava fingið. Menniskjansliga hava eg og familjan verið fyri stórum bakkasti av sjúku og trupulleikum, men kanska trívist listin júst, har umstøðurnar ikki eru optimalar. Eg finni ugga og eina kenslu av frælsi av at yrkja og gera løg við mínum gittarum. Eg eri nógvum fólki sera takksamur, tí tey stuðlaðu meg og fingu meg at trúgva uppá tað, sum eg geri. Nú síggi eg fram til komandi fløguna "Fjøtraður", ið kemur út komandi ár, um heilsan loyvir tí.

- Vit gleða okkum almikið til at hoyra eina frálíka konsert við Holgar Jacobsen & Co. í hugnaligu stovuni í Stoffalág 18, sigur fyrireikarin Elin Brimheim Heinesen.

Einans 40 pláss eru, so tað ræður um at skunda sær at bíleggja pláss við at skriva til boðklivan hjá Elin Brimheim Heinesen á Facebook ella við t-posti til elin@heinesen.fo ella editor@music.fo.