Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Snotilig læknaviðtaluhøli í Kollafirði

Flutti varð inn í nýggju hølini fyrst í desember 2015. Nýggju viðtaluhølini eru stór, ljós og sera snotilig. Trý fólk starvast  í dagligu viðtaluni, kommunulæknin Djóni  joensen, sjúkrarøktarfrøðingurin Elna Joensen og læknaskrivarin Bergdís á Høgabóli.

Signhild Petersen er í løtuni undir útbúgving sum kommunulækni. Hon skal vera í Kollafirði í eitt hálvt ár, og fleiri onnur undir útbúgving hava áhuga at koma til Kollafjarðar. Tey eru í ferð við at innrætta hølið til útbúgvingarlæknan.

Ein ljósmóður er knýtt til læknahølini, umframt kostráðgeva eina ferð um vikuna, sum nú er. Elna, sjúkrarøkrarfrøðingurin, heldur tað er eitt spennandi og áhugavert starv at arbeiða hjá kommunulæknanum. Trivnaðurin er í hásæti og tey eru árliga á skeiðum og ráðstevnum í Keypmannahavn saman við læknanum, og tey fylgja væl við menningini á økinum.

Hetta er eitt gott toymi, sum starvast í viðtaluni. Í viðtaluna koma t.d. diabetesssjúklingar til fyribyrgjandi kontrol triðja hvønn mánaða, her koma fólk at endurnýggja koyrikort, fáa bláu bók, barnakanningar og vaksinatiónir, máta blóðtrýst, sárviðgerðir, kanna blóðtrýst, taka blóðroyndir og mangt annað.

Tey á læknamiðstøðini eru við í verkætlan um nýggja telefonskipan saman við einum øðrum kommunulækna  í Føroyum. Hetta er ein royndarkoyring fyri Heilsutrygd. Henda verkætlan gevur fleiri møguleikar, t.d. kunnu tríggjar telefonir vera opnar í senn, arbeiðið verður meira dynamiskt, lættari er at gera hagtøl o.s.fr.

Umframt alt vanligt kommunulæknaarbeiði kannar Djóni børnini í fyrsta flokki. Hann er sera áhugaður í rørslu og ger eisini ymsar kanningar í tí sambandinum. Djóni nýtir væl av tí  góða samstarvinum við skúlan og brúkar fimleikahøllina í grannalagnum til endamálið.

Kollfirðingar eru sera glaðir fyri nýggju viðtaluhølini.

Á myndini sæst Bjørghild Djurhuus, forkvinna í trivnaðarnevndini, saman við trimum umboðum úr staðbundnu nevndini og øllum starvshópinum í viðtaluhølunum í Kollafirði.