
Sniálvur Røvilsberg stillar upp ímóti Tummasi Frank Joensen, sitandi sýsluformanni í Sandoyar sýslu.
Sniálvur roynir aftur
Uppstillingin til sýsluformansvalið í Føroya Fiskimannafelag er av, og tá freistin at stilla upp var úti 5. desember, varð greitt, at tað bert verður val í Sandoyar sýslu.
Har bjóðar Sniálvur Røvilsberg, Skopun, sitandi sýsluformanni, Tummasi Frank Joensen úr Skúgvi, av. Fyri trimum árum síðani vann Tummas Frank Joensen á Sniálvi Røvilsberg, ið hevði sessin frammanundan.
Atkvøðuseðlar verða í hesum døgum sendir út til allar limir Fiskimannafelagsins í Sandoyar sýslu, og fer valið fram við brævatkvøðu fram til 31. januar.
Eisini í Vága sýslu verður sýsluformansskifti, men har verður friðarval. Andrias Berglíð í Sørvági, sum hevur verið sýsluformaður síðani 1992, stillar ikki uppaftur, og Sólberg Olsen úr Miðvági er sum hin einasti stillaður upp at taka við sýsluformanssessinum. Hann er tískil longu valdur.
Hinir sýsluformenninir, sum allir verða afturvaldir uttan mótvalevni, eru Magnus Pauli Glerfoss, Norðoyða sýsla, Sámal Poulsen, Suðuroyar sýsla, Mortan G. Berjastein, Eysturoyar sýsla, og Axel Hansen, Streymoyar sýsla.
Sýsluformenninir mynda saman við felagsformanninum Jan Højgaard stjórnina í Føroya Fiskimannafelag. Nýggja stjórnin tekur við 1. februar 2017.