Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Snaringin er tykkara, Helgi!

Vegir, byrgingar, brýr, tunlar og undirsjóvartunlar binda nú 85 % av landinum saman. Tað nýggja frá hesari samgonguni, er at nú skulu summir partar av landinum hava tvinnar koyrifarleiðir, áðrenn loysn verður funnin fyri suðurøkið og útoyggjarnar í Føroyum. Tað er ein samferðslulig snaring sum er søgulig, Helgi!

Tí at binda landið saman landafrøðiliga, hevur verið eitt politiskt aðalmál síðani fyrsti bygdarvegurin var gjørdur í Føroyum, millum Skopun og Sand, tíðliga í farnu øld. Sjálvandi í teirri vón at landið alt gjørdist liviligari við stóru frambrotunum. Hesi samferðsluligu frambrot hava allir føroyingar verið við at bera skattliga. Uttan mun til um raðfestingar hava verið innan egnar bøgarðar, ella ei.

Loyvdi mær tí í samband við umrøðuni av Ólavsøkurøðu løgmans at vísa á tað órímiliga í at 15 % av landinum, hava nógv verri livifortreytir enn restin, tí at kappingin um stovnarnar, arbeiðsplássini, búsetingina og vinnufortreytirnar, er munandi verri har ikki koyrisamband er.

Valdi tí at venda viðurskiftunum og spyrja hvussu rímiligt tað er at tey 15 % sum hava eitt verri alment tænastustøði, framhaldandi skulu rinda sama landsskattin. Við øðrum orðum fíggja betru vælferðina hjá teimum 85 % av landsins íbúgvum. Hjá eitt nú tykkum sum við Skálafjarðartunlinum skulu hava koyrisamband nummar tvey, áðrenn farið verður at menna koyrisamband har ikki er koyrandi í dag.

Sjálvur haldi eg at tað er at skeikla tað samfelagið uppaftur meira, sum frammanundan er í ”skeivum” vøkstri, við einum suðurøki, sum hóast avbera gott og natúrligt búsetingarlendi, er í ræðandi fólkafelli í løtuni.

Haldi at landið er lítið, fjálgt og gott. Hugsjónin eigur tí framhaldandi at vera at binda landið betri saman at betra um livifortreytirnar hjá øllum føroyingum. Eisini hjá okkum á leysu oyggjunum.

Haldi Helgi, at tit við flatskattinum og rændu pensjónspengunum, hava máa burtur av grundarlagnum fyri samanhaldi í Føroyum. Tíverri ikki einans útjaðaranum at skaða.

Páll á Reynatúgvu