Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Venjing: Smyril Line fingið bumbuhóttan

Tíðindaskriv frá Smyril Line

Fyri løtu síðan fekk Smyril Line eina bumbuhóttan. Farið var beint undir at leita umborð á Norrønu. Hetta hendi, stutt eftir at Norrøna var farin úr Hirtshals.

Kl. 8.50 var eldur staðfestur í Cafeteria á dekk 5, arbeitt verður við at sløkkja eldin og vaktar- og bjargingartænastan er á veg.

Smyril Line hevur sett seg í samband við avvarðandi myndugleikar, og arbeitt verður í løtuni við at fáa tamarhald á støðuni.

Høvuðsstøð fyri avvarðandi verður sett upp og boð verður givið um hetta seinni. Har verður kreppuhjálp veitt, og øll kunning til avvarðandi verður kunngjørd har. Einans avvarðandi fáa atgongd til miðstøðina. Heitt verður á fjølmiðlar og onnur um at virða hetta.

Avvarðandi kunnu eisini ringja á telefon 345900. Gevið gætur, at hetta telefonnummar bert er til avvarðandi og ikki til fjølmiðlar.

Fjølmiðlahøvuðsstøð verður sett upp á Hotel Hafnia, Áarvegi 4, 100 Tórshavn.

Tíðindafundur verður umleið kl.10.00. Nágreinilig tíð verður fráboðað tykkum við teldubrævi, so skjótt hon er ásett.

Smyrilline.fo verður støðugt dagførd, og til ber at fylgja støðuni har.