Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Smyril Line fær sítt sætta skip

Í kjalarvørrinum av vaksandi flotanum koma nýggj farmaleið og nýggj skrivstova
 
Mikudagin 12. august kemur aftur eitt farmaskip í flotan hjá Smyril Line. Hesaferð er tað RoRo-skipið, M/V Mistral, sum Smyril Line leigar frá finska reiðarínum, Godby Shipping.
 
Mistral er bygt á J.J. Sietas Schiffswerft í Týskland í 1998. Skipið er 156 metrar langt og 23 metrar breitt. Tað er undir finskum flaggi og hevur eisini finska manning. Hon telur 24.
 
Tá ið Mistral legst afturat, verða seks skip í flotanum hjá Smyril Line. Umframt Mistral eru tey: Norrøna, Mykines, Akranes, Eystnes og Hvítanes.
 
Endamálið við nýggja skipinum er at stovna eina nýggja farmaleið millum Rotterdam og vesturnoreg. Praktiskt merkir tað, at Mistral yvirtekur leiðina, ið Akranes hevur siglt millum Ísland, Føroya og Danmarkar, og at Akranes fer at røkja ta nýggju leiðina. Frameftir fer Akranes sostatt at sigla eina ferð um vikuna úr Rotterdam til hesar fýra havnir á norsku vesturstrondini: Stavanger, Tróndheim, Rørvik og Hitra - við beinleiðis sigling úr Hitra niður aftur til Rotterdam.
 
Við hesum strembar Smyril Line eftir at veita enn betri tænastu við fleiri møguleikum. Kundar skulu kunna styrkja kappingarførið við at samstarva við Smyril Line. Nýggja farmaskipið og nýggja leiðin fara vónandi eisini at styrkja Smyril Line, ið er einasti RoRo-flutningsveitari í Norðuratlantshavi.
 
Við nýggju farmleiðuni bjóðar Smyril Line norskum vøruflytararum høgligar komu- og fráfaringartíðirnar. Umframt at normenn nú kunnu flyta góðs sjóvegis heldur enn at noyðast við bilum eftir landsvegunum.
 
Í Rotterdam hevur nýggja leiðin við sær, at nú koma tvey skip hjá Smyril Line til Rotterdam um vikuna. Smyril Line hevur tí sett fimm fólk í starv í stóra havnarbýnum. Tey taka sær av øllum skrivstovuarbeiði í sambandi við komur og fráferðir. Nýggja skrivstovan læt upp longu 1. juli.