Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Smyril Line byggir út í Hirtshals

Dan Klein --- 13.02.2018 - 08:45

Smyril Line fer nú undir at byggja ein 3.350 fermetrar stóran skrivstovu- og goymslubygning í Hirtshals, ið eftir ætlan stendur liðugur í heyst.  

Bygningurin verður bygdur beint við Nordsøterminalin og sonevndu “Containerkajen” á havnalagnum í Hirtshals, har Norröna, Eystnes og Hvítanes hjá Smyril Line vitja hvørja viku. 

– Vit breiðka um tænastustigið og fara sjálv at veita tær tænastur, ið higartil hava verið útveittar, sigur Rúni Vang Poulsen, stjóri á Smyril Line. 

– Vit fáa betri føling við øllum liðum í tænastum okkara, og tað ger okkum før fyri at betra um tænastustigið, bæði hvat ið farmi og ferðafólki viðvíkur.

– Á Smyril Line gleða vit okkum til útbyggingina og harvið møguleikan at styrkja menningina av virkseminum í Hirtshals. Bæði bygningur og staðseting taka støði í, at vit vilja styrkja okkara støðu sum “fyrstvaldi” flutningsveitari í Norðuratlantshavinum. Nýggju umstøðurnar fara at gera tað lættari, betri og effektivari at avgreiða bæði ferðafólk, bilar og farm. 

Í nýggja bygninginum verða um 700 fermetrar til skrivstovur og um 2.700 fermetrar til goymslu og annað, ið hoyrir til virksemið. 

Í farnu viku gjørdi Smyril Line avtalu við fyritøkuna HMU A/S um at byggja bygningin, ið væntandi verður liðugur 1. oktober.  

Næsta stig á leiðini er at finna starvsfólk. Tey fyrstu eru longu komin, men enn mangla nøkur, ið væntandi verða sett seinni í ár. Eini 20-25 starvsfólk fara at verða knýtt at Smyril Line í Hirtshals.