Smugla 2 kg av hashi til Føroyar
Ein 42 ára gomlum maður royndi seinnapartin í gjár á flogvøllinum í Vágum, at smugla 2 kg av hashi til Føroyar.
Í gjár kl. 16.43 fekk politiið fráboðan frá Tollvaldinum á flogvøllinum í Vágum um, at teir høvdu afturhildið einum 42 ára gomlum manni, ið hevði roynt at smugla 2 kg av hashi til Føroyar.
Maðurin bleiv handtikin av politinum kl. 16.55 og skuldsettur fyri brot á narkotika lóggávuna.
Hann bleiv í dag kl. 16.15 framstillaður í grundlógarforhoyri í Føroya Rætti, har hann játtaði seg sekan.
Ein tøk mentalkanning frá Danmark segði, at maðurin ikki var egnaður til fongsulsrevsing og tí fekk hann ein viðgerðardóm, sum er virkin í 5 ár.
Hann kærdi ikki avgerðina.
https://politi.fo/politistoedir/tidindilisti/smugla-2-kg-av-hashi-til-foeroyar/2021/01/16