Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Smíða endamálsorðing um orkupolitikk fyri kommununa

Høvuðsstaðurin skal gerast burðardyggur búskaparliga, sosialt og eisini umhvørvisliga, sigur borgarstjórin Heðin Mortensen.

Í sambandi við at farið verður undir 3. stig í tilgongdini til eina virkissætlan fyri framtíðar orkuviðurskifti í kommunalum bygningum, hevur umsitingin hjá Tórshavnar kommunu mett, at tørvur er á at seta ein arbeiðsbólk at taka sær av uppgávuni.

Skotið varð upp, at fáa umboð fyri politisku skipanina og umsitingina í ein arbeiðsbólk, sum skal gera endamálsorðing í sambandi við orkupolitik fyri Tórshavnar kommunu. Eisini skal arbeiðsbólkurin gera uppskot til virkissætlan og verksetan av henni.

Verandi uppskot umfatar framtíðar orkuviðurskifti í kommunalum bygningum – bæði verandi og komandi bygningum.

Heðin Mortensen, borgarstjóri, sigur, at Tórshavnar kommuna hevur ta visjón, at høvuðsstaðurin skal verða ein vakstrardepil í Norðuratlantshavi, har kommunan m.a. hevur ásett, “at høvuðsstaðurin er burðardyggur búskaparliga, sosialt og umhvørvisliga.

Haraftrat er eisini sokallaða Grøna skjalið, har kommunan m.a. vil leggja dent á at “minka um orkunýtsluna, nýta minni av fossilum orkukeldum og meira av alternativum orkukeldum”, og “greina, hvussu kommunalt virksemi kann skipast, soleiðis at kommunurnar ganga á odda viðvíkjandi orkusparing og minking av skaðiligum árini á umhvørvið”.

Heðin Mortensen sigur, at hetta er eitt serstakt høvi til at fáa íverksett virðisorðini hjá kommuni - virðing, menning og trivnaður.

Bæði tekniski stjórin, býarverkfrøðingurin og leiðarin fyri heilsu- og umhvørvisdeildina mæltu til, at mannaður verður ein bólkur við umboðum fyri politisku skipanina og umsitingina, at standa fyri at gera uppskot til endamálsorðing í sambandi við orkupolitikk fyri Tórshavnar kommunu at leggja fyri nevndina aftur til góðkenningar.

Heilsu- og umhvørvisnevndin samtykti at taka undir við tilmælinum og at beina málið í býráðið, sum samtykti uppskotið einmælt hóskvøldið.