Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Smávirksemið eigur at mennast aftur

Sum smádrongur búði eg við gomlu kolasøluna, arbeiddi á Bacalao eftir skúlatíð og lossaði annars á keiini. Tá vóru kommunalu arbeiðsplássini fá í tali, tí tað vóru bara brennistøðin, vatnverkið, grótbrotið og asfaltverkið, sum tá var størsta arbeiðspláss í kommununi.

Men býurin uddi kortini av lívi, smávirksemi, handli og tænastuvirksemi, so sjálvt smáar hendur fingu altíð okkurt at gera, um bara hugurin var. Vágsbotnur kókaði av lívi, ferðabátar, mjólkarbátar og smábátar, ið seldu fisk. Fyritøka var á hvørjum horni og ímillum hornini. Smáar klædnasølur, handlar, eitt ótal av bakaríum og tænastur á mongum økjum.

Ein kostnaður, menningin seinnu mongu hevur havt, er at smávirksemið, sum skapti lív í gamla býnum, er minkað burtur í einki. Ein natúrlig gongd, sum vit ikki bara síggja her í Føroyum, men allastaðni. Tað virka sum um, at alt virksemi má hava ávísa stødd fyri at yvirliva. Men tað nýtist ikki altíð at vera so, tí vit kunnu skapa arbeiði til nógvar hendur við at skapa karmar og fjálga um alskyns smávirksemi.

Nógvur peningur skal til at byrja veruligt fiskiídnaðarvirksemi á landi. Umframt íløgur í framleiðslutól, skal kapitalur at keypa rávøruna, vit mugu hava skip – og ikki minst skulu vit hava atgongd til og lut í tilfeinginum - tí sum er, er høvuðsstaðurin í ólukkumát fyri vanbýti í tilfeingisbýtinum.

Men tað skal minni til at skapa smærri framleiðsluvirki. Tað hevur eisini víst seg, at har fólk ganga saman í leigumál um framleiðslu og sølu, har ber væl til. Og Bacalao stendur bara og bíðar eftir tílíkum virksemi.

Okkum tørvar eina íverksetarastovu í høvuðsstaðnum, ein klekingardepil við tøkniligari og fíggjarligari ráðgeving til fólk, sum ynskja at byrja egna fyritøku, har atgongd eisini er til viðkomandi gransking og menning. Tí tað er alneyðugt, at fleiri fyritøkur og virki verða sett á stovn í kommununi, so vinnulívið kann vaksa.

Ein tílíkur depil kann økja um vakstrarmøguleikarnar. Kommunan skal vera við til at skapa eitt umhvørvi, soleiðis at íverksetarar kunnu læra av hvørjum øðrum, geva hvørjum øðrum íblástur og stuðla hvørjum øðrum við vitan og royndum innan fígging, útflutning, marknaðarføring, patent v.m.

Fíggjarnevndin hevur arbeitt við einum ítøkiligum uppskotið um eitt tílíkt hús, og er stundin nú komin at finna hetta framaftur. Kommunan eigur hús, sum uttan stórar íløgur kann innrættast við skrivstovum og fundarhøli við atgongd til net, printara og aðrar hentleikar. Kommunan kann tí skjótt skapa karmar fyri slíkum virksemi, um bert politiskur vilji er til tess.

Við stuðli til karmar frá kommununi kann virksemið í hesum húsi skjótt hvíla í sjálvum sær. Møguligt skal vera at leiga eitt skrivaraborð ella eitt høli í ein dag, eina viku, ein mánaða, alt eftir tørvi. Etableraðar fyritøkur skulu eisini kunna leiga fundarhøli til eitt nú videoráðstevnur og tiltøk, sum kunnu koma húsinum og teimum sum virka har til góðar.

Endamálið má vera at skapa samstarv millum íverksetarar og fyritøkur í kommununi. Húsið skal vera soleiðis innrættað, at tað eggjar til skapan og skal bjóða uppá hentleikar, tíðarrit v.m., so uppfinnar, designarar, rithøvundar, tøkni-mennarar og øll møgulig skapandi og nýhugsandi fólk trívast.

Húsið eg tosi um liggur í Kongagøtu. Mitt í býnum har lætt er at koma til og frá og skjótt er til alt tað sum miðbýurin kann bjóða av øðrum sosialum og mennandi tilboðum og karmum. Sjálvur trúgvi eg tað hevði verðið ein fongur fyri býin, hevði kveikt og ment hópin av smávirksemi, sum í verandi løtu ikki fer í gongd, tí tað er ongastaðni ein kann byrja í tí smáa, ongastaðni ein kann leita sær hjálp og vegleiðing, og ongastaðni ein kann virka í einum umhvørvi við fólki sum eru ella hava verið í somu støðu.

So tað er ikki berur romantikkur, tá eg hugsi um, hvussu tað uddi við smávirksemi í gomlu Havnini. Eg trúgvi fult og heilt á, at vit góðum samstarvi og røttu kørmunum fara vit at fáa lív í miðbýin og virksemið fram við kaikantarnar!

Heðin Mortensen

borgarstjóri