Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Dánjal Joensen, formaður í Lions-nevndini fyri “Ársins borgara”, handar Kartna Jacobsen, brandmeistara, heiðursskjal, meðan Toni R. Dam, Birgir Davidsen og Hans David Hansen frá sløkkiliðnum fylgja við

Sløkkilið verður heiðrað

Á hvørjum ári heiðrar Lions Club Tórshavn einstaklingar, bólkar ella felagsskapir sum Ársins Borgara, og í ár fall hesin heiður á Tórshavnar Sløkkilið. 

Í grundgevingini fyri at lata Tórshavnar Sløkkiliði henda heiður, verður millum annað víst á, at tey í sløkkiliðnum “bæði nátt og dag eru til reiðar at gera sítt besta, antin tað so er í eldsbruna, stormskaða ella leiting eftir teimum, sum ikki eru afturíafturkomin.”

– Hetta fyri bara at nevna nøkur fá dømi um teirra virki innan Tórshavnar kommunu, eins og í grannaøkjum, um tørvur er, sigur Lions Club Tórshavn, ið fegnast um at kunna lata Tórshavnar Sløkkiliði eina lítla viðurkenning og heiðurin sum Ársins Borgari 2014.

– Hvørt sær av sløkkiliðum Føroya veitir íbúgvum landsins eina serstaka trygd, sum ikki kann metast í krónum og oyrum, men sum bara er har, uttan at vit í tí dagliga hugsa so nógv um tað, fyrr enn illa veit við.

Samstundis fegnast Lions Club Tórshavn um, at tíbetur hevur ikki ofta manskaði staðist av, hóast sløkkiliðsfólkini gjarna leggja nógv fyri, hóast ikki skerst burtur, at innan teirra virksemi kunnu lív standa í váða, eitt nú tá talan er um beinleiðis bjarging av fólki í trongstøðu.