Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Sløkkið fyri data reiking uttanlands

Fyri teir brúkarar, sum eru við í avtaluni millum Fíggjarmálaráðið og Vodafone, ella hava tænastutelefon frá almennum arbeiðsgevara, fer Fíggjarmálaráðið hervið staðiliga at mæla frá at nýta fartelefonina til data reiking (data roaming) uttanlands, so sum teldupost og internet, har samband ikki fæst umvegis tráðleyst net (WIFI).

Tað kostar úr 20 upp í 150 kr./MB at brúka fartelefonina til data reiking, tá ið ferðast verður uttanlands. Tað krevst t.d. 1 MB at lata eina vanliga tíðindasíðu upp á internetinum. Tí kann ein túrur á einum netmiðili lættliga leypa upp í fleiri túsund krónur.

Mælt verður tí til at sløkkja fyri data reiking á fartelefonini, tá ið farið verður uttanlands. Tað ber framhaldandi til at tosa í telefon og senda SMS, hóast data reikingin er sløkt. Har samband fæst umvegis tráðleyst net (WIFI), ber til at nýta fartelefonina til data flutning, so sum teldupost og internet .