Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Slíkar íløgur tryggja okkum trivnaðin í framtíðini

http://www.torshavn.fo/Default.aspx?pageid=37&NewsItemID=3091

- Hetta er bæði undrunarvert og fløvandi at síggja, tí íløgur sum hesar eru treytin fyri, at vit klára at fylla ásettar karmar og skapa tann trivnað, ið er neyðugur í kappingini í framtíðini, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, m.a. í vælkomstrøðu, tá Sæborg nú seinnapartin varð navngivin við Vestaru Bryggju.

- Tað er avbera hugaligt at verða boðin við til eina slíka hátíð sum hesa, har ein undangongufyritøka vísir, at tey veruliga tora at taka við avbjóðingum í øðrum vinnum enn fiskivinnuni. - Síðan fyrsta útbjóðingarumfar at leita eftir kolvetni fyri sløkum 10 árum síðani, hava vit vónað og bíðað eftir løtum sum hesari, tá vit síggja fruktina av einum skilagóðum samstarvi innan frálandavinnuna, sum førir bæði arbeiðspláss og inntøku við sær.

- Spennandi átøk eru í gongd innan oljuvinnuna. Stóra málið hjá politisku Føroyum er at vinna rættin til Føroyaháslættan, sum er eitt øki, sum er størri enn Frakland, og sum kann goyma risa nøgdir av kolvetni. Næstu árini fara at vísa, hvørja støðu landgrunsnevndin hjá ST fer at hava til okkara krøv. - Avbera hugaligt er tí, at tað eru tey, sum tryggja okkum, at vit eru til reiðar at taka við avbjóðingum, tá vit vinna á mál við okkara krøvum.

- Sum mangan er víst á, so hevur alheimsgerðin við sær, at lond ikki longur eru vard ímóti kapping frá hvørjum øðrum, men tvørturímóti standa í harðnandi kapping. Hetta er avbjóðingin nú og næstu mongu árini. - Men tað virkar báðir vegir, tí tað merkir eisini, at vit hava atgongd til stórar og ótroyttar marknaðir, og kunnu kappast við onnur á nýggjum marknaðum.

Og tí er tað fløvandi og undrunarvert at síggja tykkum byggja skip fyri trýkvart miljard, skapa hópin av nýggjum arbeiðsplássum og samstundis útvega nýggjan kapital til samfelagið. - Serliga hetta seinasta - nýggj arbeiðspláss og inntøku til samfelagið - hugar okkum politikkarum best, tí tað er treytin fyri, at vit klára at fylla ásettar karmar og skapa tann trivnað, ið er neyðugur í kappingini til tess at draga okkara vælútbúnu fólk heimaftur úr útlondum – og fáa hini at trívast í landinum, segði Heðin Mortensen.

Síðan ynskti borgarstjórin vegna Tórshavnar kommunu reiðarínum alt tað besta við hesi stóru menningarætlan, Guds signing fyri skip og manning og blíðan byr inn í eina spennandi framtíð.

121_baf6057f-4ac8-43ea-b695-3ff6ea8ab2f4.jpg

121_d9099d49-d8dd-4f66-9c18-adebc778a0b5.jpg

121_f7764bad-bd1c-4d4b-977a-785c12525ef9.jpg