Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Sleyg og slatur í oddagrein

Harmiligt at síggja, at oddagreinin í Dimmu endurgevur sleyg og slatur uttan at hava nakra keldu at visa á. Við orðingum sum “Vit hava skilt…” og “…í kjalarvørrinum av hesum máli er komið fram…” verður søgan skrivað. Dimmalætting, sum annars vanliga er væl funderað journalistiskt, kemur her við ógrundaðum eittbeintum søgum. Hóast her er talan um eina oddagrein, eiga nakrar journalistiskar grundreglur at vera galdandi.

Dimmlætting skrivar í oddagrein soleiðis: “Vit hava skilt….” og “… í kjalarvørrinum av hesum máli er komið fram…”. Undir hesum tabloidu orðingum verður ein søga fortald um, at Kringvarp Føroya letur redaktionella frælsið frá sær í sendingum framleiddar á ávísum deildum í kringvarpinum.

Kringvarp Føroya hevur IKKI í nakrari sending givið øðrum parti seinasta orðið og klipt brot úr sendingum, sum ritstjórin annars helt verða spennandi og relevant fyri søguforteljingina. Oddagreinin nevnir eitt nú sendingina, 1448, har løgreglan hyggur eftir sendingunum dagin fyri, at tær verða sendar. Vit skulu gera vart við, at sendingarnar dagin fyri eru liðugt kliptar og klárar at fara í luftina.

At løgreglan hyggur eftir sendingunum, er fyrst og fremst fyri at rætta møguligar faktuellar feilir. Harafturat er tað eisini ein máti hjá Kringvarpinum at tryggja sær, at tilfarið, sum fer út, ikki gevur eina skeiva mynd av tí, sum er farið fram.

At løgreglan hyggur eftir líknandi sendingunum, áðrenn tær verða sendar, er eisini vanligur framferðarháttur í londum rundan um okkum. Danska løgreglan hyggur t.d. eisini eftir Station 2 sendingunum hjá TV2, Politipatruljen Tv3, Krimi 5, Hundepatruljen og Politijagt hjá Kanal 5, áðrenn tær vera sendar.

Tað merkir als ikki at løgreglan blandar seg upp í tað redaktionella arbeiðið - heldur ikki tá talan er um 1448 sendingarnar. Løgreglan hevur ongantíð blandað seg uppí, hvørki filmingina ella klippingina av sendingunum. Og samstundis vilja vit staðiliga vísa aftur, at hetta nakrantíð er komið fyri í øðrum sendingum, sum oddagreinin í Dimmalætting annars vil vera við.

Annika Mittún Jacobsen,

kringvarpsstjóri