Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Slagorðakapping

Í hesum døgum arbeiðir nevndin í Róðrarsambandi Føroya millum annað við, hvussu man fær “brandað” RSF betur. Nevndin heldur ikki, at RSF er eitt nóg sjónligt sersamband í gerandisdegnum. Og millum rógvarar kann tað tíðum tykjast, sum um RSF bara eru nøkur fólk, sum skulu orna og siga nei til alt. Men soleiðis er tað jú als ikki.

Sum eitt fyrsta stig fyri at gera RSF meira sjónligt, skipar vit í hesum døgum fyri eini slagorðakapping, har øll kunnu luttaka.

Endamálið við slagorðakappingini er at finna fram til ein setning ella eina vending, sum eggjar folki at fara at rógva. Slagorðið skal vera lætt at siga og minnast til. Slagorðið ella vendingin kann t.d. handla um at taka ár í hond ella, at tað er cool/stuttligt at rógva.

Uppskot til slagorðakappingina skulu sendast til rsf@olivant.fo innan 30. november 2011. Minnist til at viðmerkja navn, bústað og tlf.nr. Vinnarin verður kunngjørdur 8. desember 2011.

Virðisløn á kr. 2000,00 verður latin fyri besta uppskotið.

Nevndin í RSF tilskilar sær rætt til ikki at nýta nakað av innkomnu uppskotunum.

Við vón um góða undirtøku,

nevndin í Róðrarsambandi Føroya

Jan Herman Hansen, formaður.