
Skulu vit avtaka heimastýrislógina?
Nú er eitt skilagott uppskot í tinginum um at forða útlendingum at leggja fasta ogn í Føroyum undir seg.
Men ein snávingarsteinur er.
Heimastýrislógin ásetur, at tey, sum hava innburðarrætt, hava sama rætt í Føroyum sum føroyingar og tí eisini sama rætt sum vit at keypa fasta ogn.
Um so er, at tey á tingi veruliga ætla sær at gera nakað við hetta mál er loysnin einføld.
Hon er at avtaka heimastýrislógina.
Zakarias Wang