Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

SKULU VIT ALS IKKI HJÁLPA?

Skjót hjálp er góð hjálp. Skulu vit hjálpa so skulu vit sjálvandi hjálpa tá fólk eru í neyð og flýggja undan kríggi, kúgan, ræðslu og týningarherferð, og tí mugu vit gera upp við okkum sjálvi á hvønn hátt vit hjálpa sum samfelag. 

Hundratúsundir av børnum líða undir lagnutunga og syrgiliga borgarakrígnum í t.d. Sýria. Tey verða beinleiðis rakt av krígs herjan, bumbum og skotvápnum. Børn og foreldur verða dripin frá hond. Er tað nakað at siga til at tey flýggja undan ræðuleikunum? 

Er tað nakar ivi um at tey skulu hjálpast – og at vit skulu hjálpa?

Lasse Klein