Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Skulu Føroyar..

Skulu Føroyar vera eitt paradís fyri tey, sum ikki trúgva upp á paradís?

Skulu Føroyar verja mannarættindi teirra, sum bara virða síni egnu mannarættindi og ikki annara?

Skulu Føroyar verja persónliga frælsi teirra, sum ikki virða persónliga frælsið hjá grannanum?

Skulu Føroyar vraka søguna og dýrabæru virðini, sum góvu okkum góða samfelagið?

Skulu Føroyar seta til síðis barnarættindi til fyrimuns fyri rættindi teirra vaksnu?

Skulu Føroyar krevja, at børnini bera seg at sum vaksin, tá tey vaksnu bera seg at sum børn?

Skulu Føroyar vísa tolsemi móti teimum ikki tolsomu?

Hvørji hava tørv á verju, tey veiku ella tey sterku?

Hvørji eiga mannarættindi, tey veiku ella tey sterku?

Bill Justinussen, valevni Miðfloksins