Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Skulu bátaeigarar bíða í 4 ár afturat?

Í míni tíð í Tórshavnar Býráð havi eg altíð lagt meg eftir at betra viðurskiftini hjá bátaeigarunum í Havn. Bíðilistin eftir bátaplássi er sera langur, og bátahavnirnar í kommununi kunnu ikki hýsa fleiri bátum.

Eg havi fylgt málinum gjølla og havi havt tað uppi á fundi í Havnarnevndini. Tíverri er hetta málið dotti ð niður fyri eftir at eg gjørdist ov stuttur til seinasta val, og eingin í sitandi býráði hevur tikið málið upp í staðin. Eg bjóði meg fram aftur til hetta býráðsvalið tí eg ikki haldi, at hetta eru kor at bjóða bátaeigarum í Tórshavn.

Málið snýr seg um, at vit skulu leingja pirin á Argjum. Tá tað er gjørt er klárt at fara undir at byggja eina nýggja bátahavn í Álakeri. Hetta vil stytta um bíðilistan, betra korini hjá bátaeigarum, og samstundis gera umstøðurnar hjá útlendskum bátaeigarum, at vitja okkara fantastiska bý, munandi betri.

Ein nýmótans býur kann ikki liva við, at hava so langar bíðilistar eftir bátaplássum. Tað sum so kann undra ein er, at so lítið hevur verandi býráð gjørt fyri at bøta um hesi kor.

Vilja vit hava onkran í býráðið, ið vil arbeiða fyri bátaeigarum, og tað skal ikki bert vera í valstríðnum, so er at velja ein persón, ið vil tala hesa søk, og tað vil eg fegin gera.

Nýggja bátahavnin í Álakeri hevur ligið á láni ov leingi, men nú er tíð at standa saman um ein persón, so ætlanin við bátahavnini verður framd. Tí vil eg heita á tykkum, at velja meg, sum tykkara rødd í býráðið, at tala tykkara søk.

Uppskot og tekningar, í sambandi við smábátahavn í Álakeri, varð latið býráðnum fyri mongum árum síðani, men enn er einki hent. Nú krevst politiskur vilji at fremja tað í verki.

Høgni Mikkelsen

Valevni Sambandsfloksins til

Tórshavnar Býráð