Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Skúlin er ein kommunalur og mentanarligur amboðskassi

Framsýning á Tórshavnar Kvøldskúla 2012.

Setanarrøða 31. mars kl. 15.00.

Góðan dag øll og vælkomin, lærarar, næmingar og gestir!

Við 2.357 næmingum, 137 lærugreinum og 130 lærarum er Tórshavnar Kvøld-, Ungdóms- og Listaskúli Føroya størsti skúli í landinum.

Tí er rættiliga sjálvsagt, at tá hesin skúli skipar eina framsýning, tá undirvísingarárið endar, so er tað akkurát líka stórsligið og spennandi hvørja ferð. Vit eru stolt av tykkum.

Her liggur stórarbeiði aftanfyri og vit fegnast hvørja ferð um alt tað, ið næmingarnir hava avrikað og sum nú verður sýnt fram.

Samstundis kunnu vit politikkarar fegnast um, hvussu væl pengarnir eru farnir og givnir út, vit hava veruliga fingið bonus fyri tykkara avrik.

Fyrsta framsýningin var í Kommunuskúlanum í 1975, so hetta er 38. framsýningin. Á framsýningini eru fyrst og fremst handaligar lærugreinir við, tó so, Kvøldskúlin hevur nógvar aðrar mentanarligar ella listaligar lærugreinir, t.d. sang, tónleik og sjónleik, fimleik og dans.

Tað man vera ein ótrúligur logistikkur at fáa alt hetta at ganga upp í eina hægri eind, tí ikki bara er tímatalvan bæði stór og fløkt, men teir 130 lærararnir hava undirvíst á 29 ymsum støðum í kommununi.

Tað er einastandandi í sjálvum sær og ljóðar sum ein størri matematisk uppgáva!!

Vit vita eisini, at Kvøldskúlin í Havn ikki longur bara er ein kvøldskúli, men fevnir um annað og meiri. Skúlin hevur dagsskeið og skúlin er í stóran mun eisini ein skeiðsdepil, har til ber at taka stakgreinir á miðnámsstøði bæði innan mál, evnafrøði, matematikk og onnur øki við.

Nakað serstakt her haldi eg vera tilboðini til tvey ættarlið – hetta at fólk við skiftandi arbeiðstíðum og t.d. sjómenn fáa høvið at brúka tilboðini á skúlanum.

Øll hava áhuga at víðka sín sjónarring. Flestu hava eisini áhuga í sosialari samveru og at betra sín førleika í ymsum, sum kann gera teimum gerandisdagin lættari.

Og so eru tað tey mongu, vit síggja blóma sum rættilig listarfólk, gávur, ið ofta vóru goymdar, fingu tey ikki møguleikan á Kvøldskúlanum.

Og tilboðini eru mong – tú kanst læra teg at brúka bát, ganga til teldulæru ella til fínari matgerð fyri menn.** Tilboðini eru nærum endaleys!

Eg skilji, at skúlin hevur roynt at kanna, hví fólk velja at ganga á kvøldskúla. Úrslitið vísir tvær høvuðsorsøkir – fólk ynskja at hava sosiala samveru við onnur, samstundis sum tey útvega sær kompetansu innan eitthvørt fak.

Hetta við at útvega sær kompetansu gera fólk heldur ikki bara til stuttleika, men mong taka hetta sum eitt stig á leiðini at koma víðari í skúlaskipanini og fáa sær eina útbúgving.

Sum nakað nýtt hevur Kvøldskúlin eisini havt tríggjar mánaðar langt 10-floksskeið í samstarvi við ALS, orðblindaskeið, førleikamenning av lærarum og í farna mánaði hoyrdu vit, at 25 lærarar høvdu lokið pedagogikumskeið á Kvøldskúlanum.

Sum eg nevndi, so er hugaligt við útbúgvingartilboðum, sum røkka yvir um ættarliðini, hetta at móðir og dóttur ella t.d. abbi og abbasonur kunnu vera felags um okkurt, sum var vanligt til fyri fáum árum síðan.

Tí eru stuttligt fyri meg at síggja, at skúlin á hesum øki hevur funnið uppá nógv hugaligt, t.d. motorlæru fyri bátafólk, stjørnufrøði, arkitektur og ymsa list, umframt tónleik, mállæru, ættargransking og ymiskt skeiðvirksemi.

Kanska vit skuldu havt eitt fak, sum kallaðist ”Hvat kann eg læra av abba og ommu?” – við undirheitinum: ”Hvat kann eg læra abba og ommu?” Tí givið er, at abbi veit nógv – men abbasonurin er ofta tøkniliga meira framkomin og kundi kanska lært av sær!

Eg nevndi, at undirvíst hevur verið á 29 støðum. Tí er skilligt, at ynskidreymur tykkara er, at fáa tað mesta í eina savnandi eind, har møguleikarnir fyri øktum virksemi við serskeiðum og opnum verkstøðum eru góðir.

Men bíða nú. Tað grør um gangandi fót. Skúlin kemur uttan nakran iva at fáa stóra politiska vælvild í framtíðini.

Skúlin hevur prógvað, at hann livir upp til visiónina um at vera skúli fyri øll, og at tilboðini skulu fevna um allar allar aldursbólkar og sosialar bólkar. ** Slíkt skapir vælvild.

Ein annar partur av visjón skúlans snýr seg um at vera mentanarskapandi fyri lærd sum leik, og at vera ein mentanarberi. At hesin parturin hevur hepnast síggja vit millum annað hvørja ferð, ein slík framsýning letur upp.

Mær dámar sera væl endan á visjón tykkara, har sagt verður, at skúlin er ein kommunalur og mentanarligur amboðskassi. Tí tað áliggur einum og hvørjum við ábyrgd fyri sær sjálvum at hava ein ruddiligan og vælútgjørdan amboðskassa.

Vit hava sum kommuna og einstaklingar tørv á hesum amboðskassa! Og tí man heldur ikki fara at skorta við vælvildini….

Tøkk til leiðslu og starvsfólk, fyri dugna arbeiði og hjartaliga til lukku til tykkum mongu, fyri eina vakra og mennandi framsýning.

Við hesum orðum seti eg framsýningina hjá Tórshavnar Kvøld-, Ungdóms- og Listaskúla 2012.

Takk fyri og Gleðiliga páskir.

Heðin Mortensen

Borgarstjóri