Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Skúlin á Ziskatrøð fingið nýggja heimasíðu

Skúlin á Ziskatrøð hevur nú fingið nýggja heimasíðu, www.ziskatrod.fo, sum arbeitt hevur verið við í eina tíð.

Nú á døgum er ein virkin og brúkaravinarlig heimasíða eitt “must” fyri so nógvar stovnar, og ganga skúlarnir í so máta á odda.

Seinastu mánaðirnar hevur verið arbeitt við einari nýggjari heimasíðu til Skúlan á Ziskatrøð.

- Vit hava lagt okkum eftir at gera síðuna einfalda og brúkaravinarliga. Framyvir er eisini ætlanin at brúka heimasíðuna meira í samskiftinum millum skúla og heim. Kunning frá skúlanum fer fyrst og fremst fram á hesum palli, sigur skúlin frá í tíðindaskrivi.

- Sum nakað nýtt fara vit eisini at leggja heimasetningin hjá flokkunum út á heimasíðuna. Hetta er ikki virkið enn, men verður gjørt í næstum.** Víðari boðar skúlin frá, at til ber eisini at tekna seg fyri tíðindabrævi á heimasíðuni. Málbólkurin fyri hesum tíðindabrøvum er foreldur/verjar. Møguleiki er tó hjá øllum at tekna seg.

Vónandi kann heimasíðan vera eitt gott amboð í kunningini og samskiftinum millum skúla og heim.