Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Skúlin á Fløtum: Vinnarin funnin

Vinnarin av hugskotskappingini um nýggja Skúlan á Fløtum funnin.

Tórshavnar býráð hevur í kvøld einmælt samtykt, eftir tilmæli frá mentamálanevnd og fíggjarnevnd at staðfesta úrskurðin og innstillingina hjá dómsnevndini fyri Skúlan á Fløtum. Vinnandi uppskotið gjørdist “Eindirnar í heildini”, sum toymið við Árna Winther arkitektar, ZETA architects, SMJ og LBF hava gjørt.

Tilgongdin
Á heysti 2015 bjóðaði Tórshavnar kommuna til hugskotskapping um nýggja Skúlan á Fløtum. Fýra ráðgevaratoymi vóru undangóðkend at luttaka og fóru í gongd 26. oktober 2015. Hugskotini vórðu latin inn 18. desember 2015.

Ráðgevaratoymini vóru:

• Elvi (Selmar Nielsen Arkitektar, Ósbjørn Jacobsen Arkitektar, LBF og SMJ)

• BIGKONTRAST (BIG-Bjarke Ingels Group, Kontrast byggilist og byggifrøði, LBF, SMJ)

• Árni Winther arkitektar, ZETA architects, SMJ og LBF

• MAP Arkitektar, Arkitektar 99, LBF og PB-Consult


Grundarlag
Hugskotskappingin byggir á byggiskránna fyri Skúlan á Fløtum, ið Tórshavnar býráð samtykti 21. oktober 2015. Byggiskráin lýsir allar neyðugar fortreytir, námsfrøðiligu viðurskiftini og eisini tey teknisku viðurskiftini í sambandi við bygging av tí størsta fólkaskúlanum higartil í kommununi, sum kemur at vera karmur um skúladagin hjá umleið 850 skúlabørnum og umleið 100 starvsfólkum.

Døming
Uppskotini eru mett eftir hesum metingartættum:

Arkitekturur – snið og funktionalitetur (telur 25%) Byggibæri (telur 20%) Samsvar við byggiskránna (telur 20%) Ráðgeving og ráðgevingarkostnaður (telur 10%) Mettur byggikostnaður (telur 25%)

Samlaða úrslitið er grundað á stiggeving fyri 36 ymiskar undirspurningar í teimum 5 metingartættunum.

Dómsnevndin hevur verið mannað við bygginevndini, har limirnir eru:

Sigurð Ó. Vang, formaður
Katrin Ellingsgaard, málsviðgeri
Helena Dam á Neystabø, býráðslimur og forkvinna í Mentamálanevndini Bjørghild Djurhuus, býráðslimur Jákup Dam, býráðslimur Eyðna Justinussen, fíggjarleiðari Mikael Viderø, tekniskur stjóri Birita Wardum, býararkitektur

Brot úr dómsnevnarálitinum
Yvirornaða niðurstøðan hjá dómsnevndini er, at hugskotskappingin hevur verið væleydnað.
Ymisku loysnirnar, sum hugskotini fevna um, spenna millum tað lítillætna og tað stórsligna, skúlar, sum vilja síggjast og markera seg í økinum, og skúlar, sum meir ella minni leggja seg í lendið í mun til at standa fram og markera seg í økinum. Fleiri av uppskotunum arbeiða við lendinum sum sjálvsagdur partur av bygninginum og harvið samlaðu upplivingini í økinum.

Dómsnevndin metti m.a., at vinnandi uppskotið er besta svarið upp á kappingina. Ein skúli við einum tilvitaðum bygningskroppi, ið skapar sín egna samleika. Góða skipanin og innrættingin av virkseminum í skúlanum gevur undirvísingarrúmunum dagsljós og sostatt eisini útsýni á grannalagið.

Uppskotið smæðist ikki burtur, men á ein háfloygdan og einfaldan máta leggur reini bygningskroppurin seg í lendið og torir at vera sín egin og bjóðar samstundis grannalagnum vælkomnum. Dómsnevndin metir, at uppskotið við sínum sermerkta skapi ger vart við seg, ikki bara í nærumhvørvinum, men eisini sum býarmerki fyri høvuðsstaðin og Føroyar. Uppskotið er væl lýst og áhugavert sum dømi um fólkaskúlan sum eitt serstakt, markant og djarvt merki í umhvørvinum.

Bygningsskapið loyvir eini livandi og liðiligari innrætting, sum dómsnevndin sær nógvar dygdir í. Uppskotið er sannførandi við eini greiðari planloysn og einum longdarskurði, sum á ein tignarligan hátt sjóðar saman ymiska virksemið í skúlanum.

Framsýning
Fríggjadagin 8. januar 2016 kl. 15 verður almenn samkoma í Niels Finsens gøtu 17, 1 hædd (Bankabygningum), har borgarstjórin bjóðar vælkomin og umboð fyri dómsnevndina kemur at greiða frá dómsnevndarálitinum og har høvi verður at síggja tey fýra uppskotini. Framsýningin verður opin yrkadagar kl. 13-17  til og við 22. januar 2016.

Kunning
Meiri kann lesast um skúlaverkætlanina á http://www.torshavn.fo/Default.aspx?pageid=1416