Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Skúli bjóðar enskt longu í 1. flokki

Tíðindaskriv 4. mars 2012:

Vanliga fáa føroysk børn enskt í 4. flokki, men sum fyrsti skúlin í Føroyum fer Frískúlin við Hoyvíkstjørn undir at bjóða undirvísing í enskum longu frá 1. flokki. Sunneva Maria Guðmundsson, skúlastjóri, sum sjálv undirvísir í enskum, ivast ikki í, at børn eru klár at læra enskt longu sum 6-7 ára gomul.

Sæð í ljósinum av, at heimurin gerst minni og minni, og samskifti fær alsamt størri týdning, hevur leiðslan í Frískúlanum við Hoyvíkstjørn tikið stigið fult út og fer eftir summarfrítíðina at bjóða nýggju næmingunum í 1. flokki undirvísing í enskum.

- Vaksandi altjóðagerðin og tær avbjóðingar, sum liggja í kjalarvatninum av teimum, gera, at vit mugu tillaga okkara skúla til nýggju krøvini. Um vit vilja tað ella ikki, so er enska málið ein avgjørd fyritreyt fyri at fáa eina útbúgving á miðal ella hægri støði, og tí kunnu vit líka so væl byrja undirvísing í enskum beinanvegin, sigur Sunneva Maria Gudmundsson, skúlastjóri í Frískúlanum í Hoyvík, ið sjálv undirvísir í enskum.

Fókaskúlatilboðini í høvuðsstaðnum eru nógv í tali, og hetta er at fegnast yvir. Frískúlin við Hoyvíkstjørn er tó eitt sera gott alternativ til hinar skúlarnar í kommununi, vísir Sunneva Maria Gudmundsson á. Talan er um ein lítlan skúla, ið bæði leggur alstóran dent á fakliga innihaldið, eins væl og trivnaðin hjá næmingunum.

Av tí, at flokkarnir eru smáir, er sera gott pláss til hvønn einstakan næming. Hesin lítli og vælumtókti frískúli virkar eftir somu fakligu reglum, sum vanligir fólkaskúlar. Tó er tað soleiðis, at Frískúlin við Hoyvíkstjørn leggur størri dent á ávís virðir, sum skúlin heldur vera týdningarmikil at læra næmingarnar.

Stórur dentur verður lagdur á at hava gott samstarv millum skúla og heim og at skapa tryggar karmar fyri næmingarnar. Millum annað við at halda eitt árvakið eyga við og mótarbeiða happing. Somuleiðis leggur skúlin stóran dent á leik og spæl og at hava ein miðvísan kostpolitikk, har grønur og sunnur kostur er í miðdeplinum.

Av øðrum tiltøkum kunnu nevnast evnisvika, har hvør einstakur næmingur fær møguleikan at fara djúpri niður í eitt ávíst evni. Tvær ferðir um árið skipar skúlin fyri framførslum. Eini várframførslu og eini jólaframførsla. Stuðlaðir av flokslærara sínum fáa næmingarnir her møguleika fyri at vísa seg frá síni kreativu síðu við sjónleiki, sangi og øðrum framførslum. Skúlin leggur stóran dent á sang og tónleik.

Miðvísa arbeiðið hjá Frískúlanum við Hoyvíkstjørn sæst aftur í landsroyndunum, tí her standa flokkarnir seg væl, tá hugt verður eftir miðalkarakterinum fyri føroyska fólkaskúlar. Tað eru framvegis pláss eftir at tekna seg í 1. flokk í Frískúlanum við Hoyvíkstjørn.

Myndir: www.meitilberg.com

Lesið meira á www.friskulin.fo