Skuldu fyrireika oljulóggávu - endaðu sum barnaansarar
Tað var sum allir illu andar óveðursins brádliga vóru loystir úr bondum og trinu sín villa dans á aldunum. Katamaranurin fór ýlandi av alduryggi á aldurygg, breyt ígjøgnum sjógvin og skúmaði hann upp í hvítasta hjóm, tveittist síðan friðleysur fram eftir teim uppøstu aldunum. Neyðugt var at koma konuni við bróstabarninum til hjálpar – og heppin var hon, tí umborð var eisini vinnunevnd Føroya Løgtings......
Vinnunevnd Løgtingsins 1997
Vinnunevnd Føroya Løgtings var á arbeiðsferð í Noregi í sambandi við fyrireikingina av føroysku oljulóggávuni. Men tað er ikki tað, sum henda frágreiðingin snýr seg um, men um útferðina, leygardagin – hin minniliga – 18. oktober 1997.
Himmalin stóð í einum roki, tá ið eg snimma henda leygarmorgun kagaði út av vindeyganum á fimtu hædd á gistingarhúsinum, og skýggini á himmalhválvinum gjørdu vart við, at heystið nú av álvara var komið. Vit vóru jú komin út í oktober, og veðrið minti mest av øllum um ein keðiligan regndag heima í Føroyum. Uttanfyri smáregnaði, og ein farri av vátaslettingi kendist.** Hann var útsynningursunnan í ættini.
Tróndheimsfjørður
Vit vóru stødd í Tróndheimi, og farið var av gistingarhúsinum klokkan hálvgumtíggju. Hýrurin var góður, eisini tí, at vit á útferðini skuldu sigla fram við norsku strondini – út eftir Tróndheimsfjørðinum og skuldu eisini leggja at í fleiri smáum bygdum har um leiðir.
Tá ið vit komu oman á bryggjuna í Tróndheimi, og sóu at vit skuldu við einum katamarani, settu vit stórar vónir til ferðina, og hóast fleiri av okkum ongantíð høvdu verið um borð á einum tílíkum báti áður, so kendu vit kringumstøðurnar aftur: tað var sum at koma um borð á eitt flogfar, stólarnir líktust nógv. Umleið 50 fólk komu umborð í Tróndheimi.
»Lauparen« er navnið á bátinum, og hann hevur tvær salongir; onnur á bátadekkinum, hin í erva. Tann í neðra hevði umleið 90 sitipláss. Tann í erva umleið 40 sitipláss. Á stýriborðssíðu var vesi, á bakborðssíðu viðførisrúm. Ein kiosk var eisini umborð.
Har var nossligt og reint. Urtapottar og runnar stóðu ymsastaðni, og tað sást týðuliga, at báturin var væl røktur, og at dentur er lagdur á eitt hugnaligt umhvørvi.
Tróndheimsfjørður
Klokkan tíggju var endin sleptur og minniligi túrurin byrjaði. Báturin gekk skjótt, uml. 40 míl, og tá vit høvdu siglt ein tíma løgdu vit inn til fyrstu bygdina. Ferðafólk fóru í land, og onnur komu umborð.
Hýrurin var góður umborð, og hann varð ikki minni góður tá føroysku ferðafólkini varnaðust, at maðurin, sum seldi ferðaseðlar, hevði eina BUSCOM-ferðaseðlamaskinu um beltið. Júst tær somu sum SL og Bygdaleiðir brúka.
Áhugin millum føroysku ferðafólkini fyri hesari ferðaseðlamaskinu setti sín serliga dám á hesa løtuna, og glósurnar um júst hetta merkið av ferðaseðlamaskinum vóru at hoyra úr ymsum krókum.
Ja, onkur helt hesa hending vera so minnisríka, at myndatólið varð tikið fram, og er myndin eitt varandi minni um eitt tól, sum eisini kann brúkast uttan fyri føroysku landoddarnar við eins góðum úrslitum sum heima í Føroyum.
Tróndheimsfjørður
Summi av ferðafólkunum durvaðu, onnur skoðaðu náttúruna fram við norsku strondini, uppaftur onnur lósu bøkur og bløð.
Tá ið vit høvdu siglt í umleið ein tíma aftrat, slógu aldurnar harðari móti skrokkinum. Tað var sum allir illu andar óveðursins brádliga vóru loystir úr bondum og nú trinu ein villan dans á aldukambunum, »Lauparen« fór ýlandi av alduryggi á aldurygg, smildraði sjógvarnar til hvítasta skúm, sum fall saman við slavtokuna.
Hvørja ferð, báturin brast móti aldunum, hoyrdust smá hvin og róp ymsastaðni frá. At byrja við fegnaðust ferðafólkini um brestin móti alduni, men sum tíðin leið gjørdust fólk bangin og ørkymlað av hørðu brestunum.
Aldan var ikki einsamøll um at trína dansin á tí váta, dandandi gólvinum. Eitt lætt og smidligt far – katamaranurin – tveittist friðleysur fram eftir tí nú uppøstu aldunum. Tað gekk framá við rúkandi ferð.
Eg hevði keypt mær ein kopp av kaffi, sum eg setti frá mær á borðinum, men skjótt mátti eg halda koppinum, tí sløgini móti aldunum gjørdust harðari og harðari, og næsti stoyturin móti aldunum tømdi koppin í einum upp undir loftið og niður á dúrkið.
Ferðafólkini skimaðust rundan um seg, og tað var týðuligt, at hetta var ein støða, sum hvørki norðmenn ella vit vóru von við. Veðrið uttanfyri gav ikki beinleiðis boð um, at vandi var á ferð. Vindmegin var uml. 24 m/sek., og aldurnar millum tríggjar og fimm metrar høgar.
Men uttan mun til persónligar metingar av veðrinum, so gjørdist bresturin móti aldunum ógvusligari og ógvusligari, og fólk tóku nú at rópa og skríggja; summi grótu, meðan onnur sótu sum negld niður á stólin hjá sær – líkbleik á at líta; og tey, sum sótu fremst í bátinum vóru ringast fyri.
Í tí eina brestinum móti aldunum lyftust eini tíggju fólk upp frá setrinum í einum. Familjur við børnum vóru illa fyri. Smábarnagráturin hoyrdist um allan bátin.
Ein ræðslusligin mamma
Einar fýra stólasetur framman fyri meg, á bakborðssíðu, sat ein mamma við einum bróstabarni. Stólaraðið, sum var sett saman av trimum stólum, stóð fyri seg sjálvan ikki aftur og fram, men við síðuni til; tað einasta, sum stóð soleiðis. Einir fimm metrar vóru frá hesum stólarraði til tey næstu røðini. Hon sat so at siga fyri seg sjálvan, og tí var trupult at koma henni til hjálpar.
Tað sást týðuliga, at hon var ræðslusligin; ikki bara fyri sær sjálvari, men eisini fyri lítla barninum. Men við aðrari hondini helt hon fast um barnið, meðan hon við hinari helt fast um armin á stólinum. Hon var illa fyri, og tað var ein spurningur, nær hon misti takið á barninum.
Við síðuna á henni sat trý ára gamli sonur hennara. Hann helt fast við báðum hondum. Aftanfyri hana sótu hinir báðir synirnir, sum vóru ávikavist sjey og níggju ára gamlir, og aftan fyri teir sótu tvey av ferðafólkunum úr Føroyum: Súsanna Danielsen og Karl Heri Joensen.
Longri afturi í bátinum sótu Óli Jacobsen, Bjørn á Heygum, Jørgen Niclasen og Heini O. Heinesen. Og í erva, í hinari salongini, sat Henrik Old.
Fyrsta royndin miseydnaðist
Ferðin var framvegis um 40 míl, og ta einu ferðina var bresturin móti aldunum so hvøllur, at konan við bróstabarninumm fór himmalhøgt uppfrá og kom skeiv niður aftur á stólin, og tað sást týðuliga, at hon hevði fingið ógvuliga ilt í ryggin; skaða kanska. Og nú vóru brestirnir so títtir og harðir, at tað var ikki hugsingur um at koma henni til hjálpar.
Ein av manningini gjørdi eina roynd, men vendi aftur. Framman fyri meg sat 62 ára gamli Per Kotte, kunningarstjóri hjá Statoil, sum var í ferðalagi saman við okkum. Vit báðir reistust og royndu at koma teimum neyðstøddu til hjálpar, og hóast brestirnir nú vóru so harðir móti bátinum, alt skakaðist og ristist umborð, so eydnaðist Peri at koma fram til stólaraðið yvir av konuni. Frástandurin var einar fimm metrar millum tey bæði. Sjálvur kom eg fram til sjey og níggju ára gomlu dreingirnar.
Spenningurin stórur
Teir róptu og skríggjaðu, og í allari orrustini skeldaði tann eldri drongurin mammuna fyri at hon hevði valt hesa farleiðina: »Hví fóru vit? Tú hevur alla skyldina! Nær koma vit í havn?« O.s.fr. Og soleiðis helt hann fram eina góða løtu. Eg royndi at ugga dreingirnar sum frægast.
Fleiri av ferðafólkunum vóru deyðkomin í sjóverki, og høvdu finnið sær beriposar og taskur til endamálið.
Men greitt var, at støðan hjá mammuni var ikki góð. Beint aftan fyri dreingirnar sat Karl Heri Joensen, sum nú gjørdi seg kláran saman við Per Kotte at koma mammuni til hjálpar.
Tað vóru ræðulig sekund/minuttir. Tíðin stóð í stað. Spenningurin var stórur, tí nú hevði tað skund at koma konuni til hjálpar.
Tann føroyski James Bond
Allir vøddar í kroppinum stóðu sína roynd hesa løtuna, og lítil ivi var um, at bóndin í Gerðum var í góðari venjing. Spurningurin var bara, nær hesin føroyski »James Bond« náddi fram til konuna við bróstabarninum.
Júst meðan sjóverkurin hjá dreingjunum var upp á tað mesta og eg helt um pannuna á teimum og royndi at ugga teir, tveitti Karl Heri seg fram móti stólinum hjá mammuni, fekk um armin á stólinum við aðrari hondini og helt fast, men av tí, at aldubrestirnir enn vóru harðir, varð hann tveittur aftur og fram eftir dúrkinum. Ein løtu seinni eydnaðist honum at fáa lítla barnið frá konuni. Og hann sat á dúrkinum við barninum í aðrari hondini, meðan hann helt fast í stólin við hinari.
Aldurnar móti bátinum vóru enn harðar. Og tann føroyski James Bond varð fluttur aftur og fram, har hann sat á dúrkinum við barninum. Viðhvørt í leysum lofti, men við barninum trygt í føvninginum.
Takkaðu fyri hetjuhjálpina
Tað var eisini ein spurningur, hvussu leingi, hann kundi blíva sitandi har, hann sat. Men í somu løtu kom Per Kotte honum til hjálpar og loftaði pinkubarninum í triðju royndini.
Í salongini í erva sat, sum sagt, ein royndur føroyskur sjómaður – skiparin Henrik Old, sum undraðist á, hví skiparin á »Lauparen« ikki slakaði ferðini. Og tá hann fekk høvi til tess, fór hann at geva skiparanum góð ráð. Og beinanvegin, skiparin minkaði ferðini, gav hetta úrslit.
Røddin á skiparanum hoyrdist í hátalaranum, og hann bað ferðafólkini, sum sótu frammalaga í bátinum um at flyta seg longri aftur. Fleiri av hinum ferðafólkunum komu konuni og trý ára gamla soninum til hjálpar. Og tá ið øll høvdu sett seg longri aftur í bátinum, klappaðu og takkaðu ferðafólkini okkum fyri hjálpina. Hetjuhjálp vildu summi vera við. Teir eldru dreingirnir vóru sera takksamir og tóku í hondina á okkum.
Greitt var, at katamaranurin ikki kundi halda leiðina fram og legði inn í Brekstad á vesturlandinum. Vit hjálptu konuni og børnum hennara í land, har ein bussur stóð fyri teimum. Og vit onnur fingu boð um at fara aftur til Tróndheims við einum øðrum størri katamarani.
Katamaranurin, sum vit fóru aftur til Tróndheims við, æt »Agdenes«. Á hesum túrinum hendi eisini eitt óhapp. Tveir rútar knústust í bakborðssíðu. Men vit komu kortini aftur til Tróndheims í øllum góðum.
Lasse Klein 02.01-2004
Lasse Klein, fyrrverandi løgtings- og landsstýrismaður, hevur hesa greinina úti á Facebook, og hevur givið okkum loyvi at leggja greinina út her eisini.