Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Skuldsetti small niður á arbeiðsplássinum.

Fyrr í dag komu boðini um, at løgreglan hevði býlagt eitt grundlógaravhoyr í rættinum klokkan 17:00. Tey flestu vistu, at hetta var í samband við, at Piddi hevði verið horvin í meira enn tíggju dagar.

Seinni komu so boðini um, at ein maður var tikin, illtonktur fyri at hava myrt tann burturblivna, sum hinvegin ikki er funnin, hóast nógvar gitingar um eina bingju.

Tað er nógv sum bendir á, at løgreglan hevði funnið nokk av tekniskum prógvum til, at handtaka mannin í samband við, at Piddi er horvin.

Orsøkin til, at maðurin, sum er varðhaldsfongslaður, skuldsettur fyri at hava dripið Pidda, var á Landssjúkrahúsinum, tá hann varð handtikin, er, at hann fríggjadagin datt niður á arbeiðsplássi sínum, Bakkafrost.

32 ára gamli maðurin, sum er av øðrum etniskum uppruna, var sostatt á Landssjúkrahúsinum, tá løgreglan handtók hann. Hví maðurin knappliga fríggjadagin fekk eitt dánlisi hava vit ikki fingið uppspurt.