Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Skuldarbyrða landskassans lækkað við 500 mió. kr

Dan Klein --- 10.06.2018 - 08:38

Føroyingar kunnu nú gleðast um, at skuldarbyrðan hjá landskassanum er minkað við 500 mió. kr.
10. juni fyri 20 árum síðani undirskrivaðu táverandi landsstýrið og danska stjórnin eina avtalu í sambandi við bankamálið. Grein 2 í avtaluni snýr seg um skuldina hjá landskassanum. Avtalan hevði við sær at:

-    Góðar 4 mia. kr. vóru umskipaðar til eitt 20 ára lán til danska statin.
-    900 mió. kr. vóru eftirgivnar í skuldini og
-    500 mió. kr. vóru givnar, sum eitt rentu- og avdráttar frítt lán í 20 ár.

Tær 500 mió. kr. skuldu tó bara rindast aftur til danska statin, um Føroyar í juni í ár høvdu inntøku frá at vinna olju burturúr undirgrundini. Tað hava Føroyar ikki.

Danska fíggjarmálaráðið kunnaði hósdagin 7. juni fíggjarnevndina hjá Fólkatinginum um, at føroyska lánið á 500 mió. kr.  dettur burtur sambært avtaluni frá 1998. Fíggjarnevndin tók kunningina til eftirtektar, sí Aktstykke nr. 113: http://landsbankin.fo/Admin/Public/DWSDownload.aspx?File=%2fFiles%2fFiles%2fFr%c3%a1bo%c3%b0anir%2f180608+1+18-24427+Aktstykke+1907451_1_0.PDF

Lánið til danska statin á 4 mia. kr. er seinni umfíggjað, soleiðis at skuldin til danska statin í dag er 0 kr. Hinvegin hevur landskassin 4,6 mia. kr. í lánsbrævaskuld.