Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Skuldarbinding hjá Tórshavnar Kommunu

Vísandi til grein hjá undirritaða um at ansa eftir við lántøku og skuldbindingum hjá Tórshavnar Kommunu, verður av borgarstjóranum tann 28. februar 2012, afturvíst, at avleiðingarnar av lántøku til gjaldføri og øktari skuld vil tyngja privatbúskapin hjá einstaka borgarunum í kommununi.

Borgarinstjórin sær út til at misskilja mínar metingar við vilja, tí í greinini hjá mær er boð¬skapurin greiður …. at økt skuld minkar um møguleikarnar fyri at lækka skattaprosentið, bæði uppá styttri og longri sikt.

Tað hoyrir til vanliga góða búskaparstýring, at ein kommuna hevur eitt hóskandi gjaldføri. Endamálið við góðum gjaldføri er m.a. at tryggja, at kommunan til eina og hvørja tíð heldur sínar fíggjarligu skyldur. Tað, sum er boðskapurin er, at tað átti at verði óneyðugt at lánt seg til gott gjaldføri nevnliga tí, at kommunan hesi seinastu árini hevur havt stórar inntøkustreymar og átti at planlagt eitt positivt cashflow. Sannleikin er tann, at kommunan á óforsvarligan hátt hevur ”brent av” gjaldførið til rakstur og íløgur og noyðist nú at taka lán. Tað er nevnliga óvanligt at ”brenna av” neyðugt gjaldføri.

Í løtuni svara avdráttir og rentur av verandi lánum longu til eitt heilt kommunuskattaprosent umleið 30 mió.kr. árliga. – gjøld, sum alternativt kundu verði brúkt til at lækka skattaprosentið. Aftur her er boðskapurin, at tað átti at verði óneyðugt við teimum stóru inntøkum, sum kommunan hevur havt seinastu árini at upptaka lán – hetta er ein spurningur um at planleggja rakstur og íløgur soleiðis, at tað slepst undan lántøku.

Tað er ein katastrofa fyri menningina av Tórshavnar Kommunu sum í løtuni upplivir eina fólkaminking, at útlit eru til høgt skattatrýst og tí ein stramman privatbúskap.

Tað vil ongantíð verða eitt endamál í sjálvum sær at upptaka stór lán ella spara nógv upp hjá einari kommunu. Endamálið við lántøku td. er at framskunda eitt neyðugt forbrúk vegna tað, at tann, sum umbiður lán ikki hevur eina lutfalsliga stóra upphædd tøka her og nú ella uppá stutt sikt. Avbjóðing er væl altíð at tryggja nakrar hóskandi javnvágir í búskapinum.

Strategiska avbjóðingin hjá Tórshavnar Kommunu (hvussu yvirliva vit best møguligt ) eins og hjá øðrum kommunum er m.a. at reka kommununa bíliga og effektivt og sostatt við so lágum skattaprosenti sum gjørligt. Tað er ikki minst uppgávan at reka kommununa stabilt – eitt nú við stabilum skattaprosenti, barnafrádrátti etc., soleiðis at borgarin og vinnan veit, hvørjar fortreytirnar eru uppá sikt og kunnu trívast.

Tórshavn tann 1. mars 2012

Annfinn Brekkstein, býráðslimur fyri Sambandsflokkin