Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Skúlatryggur vegur í Kollafirði

Í gjár var tað einmælt samtykt í Teknisku nevnd hjá Tórshavnar kommunu, at ferðsluviðurskiftini við Kollafjarðar skúla, skulu gerast tryggari fyri skúlabørnum og øllum ferðandi. Tekniska nevnd hevur arbeitt í eina tíð við málinum og Tórshavnar kommuna hevur sett 500.000 kr. av til endamálið á fíggjarætlanini fyri 2012.

Ætlanin, er at gera eina sokallað “ferðsluoyggj, við Kollafjarðar skúla soleiðis, at skúlabørnini kunnu koma trygd til og frá skúlanum. Hetta er at sera neyðugt, fyri trygdina hjá børnum og foreldrum í Kollafirði.

Leggjast skal aftrat, at nú er skúlatryggur vegur við Hoyvíkar skúla og somuleiðis verður í løtuni arbeitt við at gera vegin við Skúlan við Løgmannabreyt meira skúlatryggan.

Somuleiðis verður arbeitt við einari ferðslutryggari ætlan, fyri alla kommuna, sum verður klár í næstum. Eg eri takksamur fyri, at ein samd nevnd tók undir við hesum, nú verður gjørt eitt skitsuuppskot sum verður lagt til støðutakan í nevndini og so kann arbeiði byrja.

Sí lýsing av málinum:

Ferðslutryggur vegur við Kollafjarðar skúla.

Lýsing av málinum - samandráttur

 sambandi við ynski um at dagføra veganetið í Kollafirði, eru settar eru kr. 500.000,- til ferðslutrygd við Kollfjarðar skúla. (§6 konto 8175 fyri fíggjarárið 2012). Víst verður annars í hesum sambandi til fylgjandi mál:

1. Mál nr. 2004-2400 Viðv. ferðslutryggum vegum í Kollafirð

2. Mál nr. 2006-3569 Ferðsluviðurskifti í Kollafirði

Umsitingin leggur fram uppskot til viðmerkingar.

Tilmæli:

Tekniski stjórin, býarverkfrøðingurin og leiðarin á plan- og rasktrardeildini mæla til játta kr. 100.000,- til at gera skitsuuppskot við kostnaðarmeting at leggja fyri nevndina aftur og at beina málið, um fíggjarnevndina, í býráðið.

Tekniska nevnd 1. desember 2011: Nevndin samtykti at taka undir við tilmælinum og beina málið í býráðið, um fíggjarnevndina.

Fíggjarnevndin 7. desember 2011: Staðfest verður, at játtanin er á rakstrarkonto.

Ískoyti:

Í sambandi við viðgerðina av fíggjarætlanini fyri 2012 í fíggjarnevndini 24. oktober 2011 (mál nr 2011-1443) var samtykt í 2. viðgerð at flyta kr. 500.000,- av íløgum fyri vegir kto. 8175 til rakstrarkonto fyri vegir – kto. 8110. Arbeiðið at gera skitsu uppskot verður sostatt fíggjað av rakstri.

Tilmæli:

Tekniski stjórin, býarverkfrøðingurin og leiðarin á plan- og rasktrardeildini mæla til, at farið verður undir at fáa til vega skitsuuppskot við kostnaðarmeting at leggja fyri nevndina aftur.

Tekniska nevnd 12. januar 2012: Nevndin samtykti at taka undir við tilmælinum.

Levi Mørk, býráðslimur og

næstformaður í tekniskunevnd