Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Skúlaskipið Danmark vitjar Havnina

Skúlaskipið ”Danmark” kemur á vitjan í Tórshavn 25.07.2012 kl 0830 til 27.07.12

Skúlaskipið skuldi koma 24.07.2012 kl 10, vegna vánalig veður er tað seinkað.

Umborð á skúlaskipinum ”Danmark” eru 80 næmingar, og manningin er 15 í tali.

Ongir føroyskir næmingar eru við á hesum túrinum.

Seinast skúlaskipið ”Danmark” var á vitjan í Føroyum var í 1991

Høvi verður hjá allmenninginum at vitja umborð mikudagin 25/07 og hósdagin 26/07 frá kl 1400 til 1630