Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Skúlaloysn fyri alla Havnina

Skúlaloysnin er ikki bert spurningur um Kommunuskúlan

Eitt av stóru politisku málunum hjá undanfarna býráð var at taka støðu til, hvat henda skal við Kommunuskúlanum. Eitt álit um skúlarnar í allari kommununi varð skrivað, og eftir viðgerð í skúlastýrunum samtykti býráðið ein nýggjan skúlabygnað.

Partur av hesum var at leggja Kommunuskúlan og Venjingarskúlan saman í ein nýggjan Vesturskúla, sum skuldi byggjast við Landavegin. Býráðið játtaði eisini 5 milliónir til fyrireikingar.

Ein høvuðsgrundgeving var, at kostnaðurin at umvæla og dagføra hesar báðar niðurslitnu og ótíðarhóskandi skúlabygningar svaraði ikki til vinningin, sum ein nýggjur skúli gevur lærarum og næmingum sum karmur um nútíðar undirvísing, frítíðarskúla o.ø.

Nýggja býráðið hevur tó tikið málið uppaftur, tí Mentamálaráðið arbeiðir við broytingum í fólkaskúlabygnaðinum, og tí kjak eisini hevur verið um, hvørt tað er rætt at niðurleggja Kommunuskúlan í miðbýnum.

Býráðið samtykti tí í summar at fáa til vega eina nýggja tørvslýsing fyri einum miðbýarskúla og Vesturskúla. Henda tørvslýsing varð latin býráðnum mánakvøldið.

Meira enn tann eini møguleikin

Spurningurin er, um tað yvirhøvur var neyðugt at seta umsitingina at arbeiða yvir í summarfrítíðini við hesum máli. Longu nú hava nakrir býráðslimir alment læst seg fastar við útmeldingum um Kommunuskúlan sum framtíðar miðbýarskúla.

Orðið er frítt í almenna rúminum eisini hjá býráðslimum og nevndarformonnum, men eg hevði vónað eina meira virðiliga og seriøsa viðgerð, tí skúlamálið er størsta einstaka málið í hesum valskeiðnum.

Veruleikin er, at íløgutørvurin í skúlaøkið svarar til meira enn helvtina av tí, sum býráðið vanliga setir av til íløgur í eitt heilt fýra ára skeið. Vit býráðslimir kunnu tí ikki loyva okkum at arbeiða bert fyri ein ávísan skúla, tí onkur í býnum trýstir eftir júst hesi loysnini – vit býráðslimir mugu taka atlit at heildartørvinum á skúlum í allari Havnini.

Eg eri fegin um, at tørvslýsingin so greitt lýsir avbjóðingarnar, sum Havnin og høvuðsstaðarøkið alt hevur bæði í mun til næmingatal og íløgutørv í skúlar og frítíðarskúlar. Tørvslýsingin setir eisini greitt upp fyrimunir og vansar við ymsu loysnunum á skúlamálinum.

Vit vita nú púra greitt, hvat endaliga avgerðin inniber – og hvat vit velja frá til seinni býráð at taka upp eftir okkum.

Miðbýurin

Mest skakkur gjørdist eg tó um, hvussu fá fólk búgva í miðbýnum, og at tørvurin á stórum skúla í veruleikanum als ikki er í miðbýnum – í øllum førum ikki sum støðan er í dag. Her hava vit í býráðnum ein álvarsaman trupulleika at loysa, nevniliga at fáa fleiri íbúðarmøguleikar til allar aldursbólkar í miðbýnum.

Eg sjálvur havi verið skeptiskur at brúka nógv yvir 100 milliónir uppá Kommunuskúlan, sum hóast umvældur framvegis er ein gamal skúlabygningur.

Eg havi áður luftað tankar um aðrar møguleikar við bygninginum, sum kann vera við til at skapa meira virksemi í miðbýin eisini sum liður í miðbýarætlanini, sum býráðið hevur sett sjøtul á.

Men vit samdust í býráðnum um at geva øllum skúlamálinum eina konstruktiva viðgerð av nýggjum. Tað hava allir býráðslimir tó ikki megnað hesa síðstu tíðina.

Heðin Mortensen

Borgarstjóri