Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Skúlaleiðarin í Hvalvík heldur fram

Álit viðvíkjandi klagu um uppsøgn av skúlaleiðaranum í Hvalvíkar skúla.

Umboðsmaðurin hevur viðgjørt eina klagu um uppsøgn av skúlaleiðaranum í Hvalvíkar skúla.

 Mentamálaráðið segði skúlaleiðaran úr starvi við teirri grundgeving, at starvið skuldi niðurleggjast. Mentamálaráðið vísti í hesum sambandi á, at skúlabygnaðurin í Sunda kommunu skuldi broytast, og at Hvalvíkar skúli fór ikki at verða varðveittur sum sjálvstøðugur skúli.

 Umboðsmaðurin vísti á, at á fólkaatkvøðuni 26. januar 2016 atkvøddi ein meiriluti fyri at varðveita skúlan, og hetta hevði við sær, at Hvalvíkar skúli framhaldandi er ein sjálvstøðugur skúli við egnari leiðslu og skúlastýri.

 Umboðsmaðurin helt tí grundgevingina fyri at siga skúlaleiðaran úr starvi vera skeiva og heitti á Mentamálaráðið um skjótast gjørligt at taka málið upp til nýggja viðgerð. (LUM 16/00017)

Álitið kann lesast her: http://docreader.readspeaker.com/docreader/index.php?jsmode=1&cid=bseku&lang=fo_fo&url=http://www.lum.fo/Admin/Public/DWSDownload.aspx?File=%2fFiles%2fFiler%2flum%2fNidurstodur%2f16_00017_alit_anonymt.pdf&referer=http://www.lum.fo/Default.aspx?ID=9746&PID=31386&NewsID=5753&Action=1