Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Skúladepilin við Marknagil - samfelagsmenningin ein politisk kastibløka

Vantandi politiskar visjónir:

Fyrireikingarnar til byggingina av Skúladeplinum við Marknagil hava nú staðið uppá í umleið 5 ár – enn er byggingin ikki farin í gongd. Hetta byggiprosjektið hevur fingið nógv skot fyri bógvin og brúkt sum politisk kastibløka – eitt nú vegna vantandi politiskar visjónir, vantandi felags mál og semjur, kleivarskap og politiska vantandi handlimegi. Vit kunnu siga, at tað er gott, at vit liva av fiski og fiskaaling, sum náttúran veitir okkum og ikki vitanarrættum tænastum, har íløgur í bygging, útgerð, tøkni og menniskjaligar førleikar eru eitt krav fyri at megna kappingingina og yvirliva – við partvíst undantak av fiskaaling.

Handfaringin av ætlaða Skúladeplinum minnir alt meira um eina gíslatøku av okkara ungdómi. Tí er tað væl skiljandi, at tey og onnur vaksin ivast meira og meira um tilverugrundarlagið hjá Føroyum og velja ikki at koma heimaftur at arbeiða. Sjálvt nýliga setti prosjektsjefurin hjá Landsverk, sum er føroyingur, og sum kom at loysa byggiuppgávuna, “flýggjar av landinum” – ongi fólk við virðing fyri sínum faki o.a. kunnu standa modell til slíkan óprofessionellan atburð og kaos.

Høvuðsorsøkin til, at Studentaskúlin í Hoydølum kom við í prosjektið var tí, at tey ungu nærmast gjørdu uppreistur og skóru út í papp fyri m.a. teimum eldru politikarunum, at bygningurin í Hoydølum var óbrúkiligur til undirvísingarendamál. Hetta vísir m.a. vantandi dynamikkin í politiska arbeiðinum og at vit raðfesta politiskt uttan visjónir, mál og strategi. Tey rák, sum vit eiga at taka til okkum koma vanliga ikki fyrr enn 20-30 ár eftir og harvið alt ov seint.

Løgtingið hevur ábyrgdina

Skúladeplin við Marknagil er eitt komplekst og kompliserað byggiprosjekt – talan er ikki um at byggja eina barakk ella líknandi. Tí eigur fakkunnleikin at fáa frið og náðir at laga prosjektið soleiðis til, at eykajáttanin verður so avmarkað sum gjørligt og uttan, at tað gongur út yvir funktionalitetin í bygninginum.

Landsstýrismaðurin í Mentamálum roynir saman við Landsverk at laga prosjektið soleiðis til, at hetta mest møguligt kann nærkast játtanini uppá 391 mió.kr. Hinvegin vita vit, at bara príshækkingar í hesum 5-ára tíðarskeiðnum við m.a. fyrireikingum og politiskum kegli, telir umleið 35 mió.kr. av teimum 70 mió.kr., sum talan kanna verða um at játta eyka til íløguna. Altso tíðarspill og drál kostar nógvar skattapengar. Harafturat kemur leypandi mist nyttuvirðið av teimum longu brúktu 45 mió.kr. til prosjektering.

Tá landsstýrismaðurin hevur fingið til vega neyðugar upplýsingar, er tað ábyrgdin hjá Løgtinginum at viðgera málið og útvega neyðugu játtanina, soleiðis at farast kann undir byggingina skjótast gjørligt.

Frávik millum ætlanir og veruligan kostnað

Høvuðsorsøkin til, at prosjektið vísir seg at gerast nakað hægri enn upprunaliga mett, er tí, at hvørki byggiskrá, rúmskráir o.a. varð gjørt, áðrenn upphæddin uppá tær 391 mió.kr. varð ásett. Politiska skipanin vildi hava blindan tryggleika fyri, at upphæddin gjørdist tær 391 mió.kr. – opinbart uttan mun til, hvussu bygningurin, funktiónelt og hýsandi 3 stórum skúlum, kom at síggja út og virka. Og uttan mun til príshækkingar. Eisini undirvísingaramboð og útgerð uppá umleið 60 mió.kr. eru hildnar uttanfyri.

Við hesum arbeiðsháttinum er stórur vandi fyri, at alt ikki gongur sum ætlað. Kortini er prosjektið væl fyrireikað og gjøgnumhugsað síðan – trupulleikin er heldur, at tey, sum vita minst um Skúladepilin úttala seg mest og oftast - og lata seg ávirka. Vónandi verða tað ikki hesi fólkini, sum avgera hvørt prosjektið gerst veruleiki ella ikki.

Tað er tiltikið, at allar samferðsluverkætlanir, skúlabyggingar, havnabyggingar gjøgnum 1980´ini og 1990´ini skulu faldast endaliga við 2 ella 5 í mun til ætlaða kostnaðin. Sostatt eru kostnaðarmetingarnar vorðnar nógv neyvari í dag, men kunnu gerast betri og neyvari um rætt verður atborið.

Avleiðingarnar av, at prosjektið ikki kemur víðari

Mentamálaráðið hevur lagt fyri Løgtingið eitt lógaruppskot um endurskoðan av gymnasialu útbútgvingum, herundir at gera eina breytaskipan við nýggjum møguleikum hjá næmingunum at velja og seta saman sína útbúgving. Henda skipan kann ikki útnyttast og setast í verk so leingi skúlarnir ikki verða lagdir saman fysiskt og organisatoriskt – skulu verða á einum stað. Tað bíðar ein organisatiónsmenning, har 3 skúlar skulu leggjast saman í ein stovn og húsast í sama bygningini – t.e. felags stjóra, felags umsiting, felags, kantina, felags bókasavn, felags ítróttarfasiltetir o.a. Allir hesir stóru fyrimunir, rationaliseringar, synergieffektir og mennandi umhvørvi stendur og bíðar - og kostar í vantandi møguleikum og menning hjá næmingunum. Harafturat koma sum áður nevnt eyka kostnaðir frá hægri prísstøði og longdari byggitíð.

Tað vendist ikki aftur

Tað er politiskt ábyrgdarleyst at steðga prosjektinum – brúktar eru 45 mió.kr. til prosjektering og prosjektið er komið til “the point of no return”. At steðga prosjektinum svarar til, at Løgtingið kyniskt “brennir av” tær 45 mió.kr., sum eru skattaborgarans pengar – til tess skulu góðar grundgevingar. Verður hetta prosjektið steðgað og nýtt sett á stovn, verða 45 mió.kr. færri at byggja fyri ella bara 346 mió.kr.

“Tað, sum eg framum alt sóknist eftir er stórbæri. Tað, sum er stórt, er altíð vakurt”: Napoleon Bonaparte. Spurningurin er, um føroyingar gera nakað stórt, nakað fantastiskt ella nakað nýskapandi – politiskt ella vinnuliga? Her er eitt gott høvið at vísa okkum sjálvum og umverðini, at vit megna at gera nakað stórt og nýskapandi, sum vit øll kunnu verða stolt av og ikki minst, sum kann verða við til at menna okkara samfelag, ungdóm, høvuðsstað og vinnu.

Fari at heita á allar løgtingspolitikarar, eisini umboðandi Streymoyarøkið, um at traðka í karakter og gera tað, sum tit eru starvssettir til at gera í einum slíkum máli og prosjekti sum hesum.

Tórshavn tann 15. januar 2013

Annfinn Brekkstein

Býráðslimur í Tórshavnar Kommunu, Sambandsflokkurin