Skúlabygnaður og skúlabygging
Eitt álit um skúlabygnað og skúlabygging í Tórshavnar kommunu varð í november 2011 lagt fyri býráðslimirnar og skúlastýrini. Talan er um eina heildarætlan fyri árini 2012-2021. Í álitinum er lagt upp til fleiri broytingar, sum fevna um alla skúlaskipanina í kommununi.
Ein arbeiðsbólkur umboðandi tey 11 skúlastýrini í Tórshavnar kommunu hevur nú viðgjørt álitið, og seinnapartin í dag handaði Joan Neshamar, sum hevur verið forkvinna í bólkinum, Heðini Mortensen, borgarstjóra, og Jógvani Arge, formanni í mentamálanevndini, niðurstøðurnar frá arbeiðsbólkinum.
Joan Neshamar greiddi í stuttum frá bólkinum og niðurstøðunum. Sum heild verður tikið undir við uppskotunum í álitinum.
Viðvíkjandi skúlabygging metir bólkurin tað hava týdning at byggja so mikið rúmsátt, at pláss er fyri fríum skúlavali, tilflyting og vøkstri í barnatalinum. Tí skal talið av sporum í einstøku árgangunum ikki vera ov lágt.
Eitt evni til viðgerðar hevur verið skúlaskiftið. Í álitinum verður lagt upp til, at Velbastaðar-, Kaldbaks-, Nólsoyar-, Sankta Frans- og Kollafjarðar skúli hava næmingar til og við 6. flokki, og síðani flyta næmingarnir í annan og sama skúla við tí endamáli at styrkja fakligu fortreytirnar í hádeildini, tvs. 7.-9. flokki. Sum heild er semja um endamálið, men hetta hevur avleiðingar fyri ávísar skúlar.
Ein stórur spurningur hevur verið at byggja ein nýggjan skúla í staðin fyri verandi Venjingarskúla og Kommunuskúla, sum so verða lagdir saman. Arbeiðsbólkurin tekur fult undir við hesum, men mælir til, at ætlanin verður framskundað til 2015.
Arbeiðsbólkurin er eisini samdur um, at Nám X skal skipast sum sjálvstøðugur skúli við egnari leiðslu, og at Nám X verður á Argjum, í Argja skúla.
Verður undirvísingarskyldugi aldurin ikki fluttur niður í 6 ár, mælir arbeiðsbólkurin til, at forskúli verður skipaður í øllum skúlum.
Í álitinum verður lagt upp til heildarskúla, og hesum tekur arbeiðsbólkurin undir við, men arbeiðsbólkurin metir, at fortreyt fyri heildarskúla við skúla, forskúla og frítíðarskúla er ein eintýðug leiðsla.
Joan Neshamar tók saman um og segði, at arbeiðið í bólkinum hevur gingið væl. Hon heldur, at tað er sera positivt, at Tórshavnar kommuna við álitinum hevur tikið stig til eina heildarætlan fyri skúlabygnað og skúlabygging í kommununi.
Í bólkinum hava sitið:
Anny Niclasen, skúlastýrið í Nólsoyar skúla, foreldraumboð
Frank Jacobsen, skúlastýrið í Sankta Frans skúla, foreldraumboð
Bogi Henriksen, skúlastýrið í Venjingarskúlanum, foreldraumboð
Kirstin Ellingsgaard, skúlastýrið í Kaldbaks skúla, foreldraumboð
Bjørg Danielsen, skúlastýrið í Skúlanum á Argjahamri, foreldraumboð
Ingi á Smið, skúlastýrið í Eysturskúlanum, starvsfólkaumboð
Oluf Müller, skúlastýrið í Hoyvíkar skúla, starvsfólkaumboð
Hanus Joensen, skúlastýrið í Tórshavnar Kommunuskúla, skrivari
Høgni Joensen, skúlastýrið í Skúlanum við Løgmannabreyt, skrivari
Karin Hammer, skúlastýrið í Kollafjarðar skúla, skrivari
Joan Neshamar, skúlastýrið í Velbastaðar skúla, skrivari