Skúlabygnaður í Havn og Pedagogfelagið
Um páskahalguna boðaði Jógvan Philbrow, næstformaður í Føroya Pedagogfelag, í lesarabrævi og í útvarpstíðindum frá trupulleikum, sum nú fóru at koma, tí at fakfelagið ella námsfrøðingar ikki vórðu tikin við í arbeiðið, sum ein skúlastýrisbólkur í Tórshavnar kommunu hevur gjørt viðvíkjandi nýggjum skúlabygnaði í kommununi.
Í hesum sambandi leggur hann serliga eftir fólkavaldu foreldrunum í skúlastýrunum, sum sambært honum ókritiskt leggja upp til at skipa forskúlar, alternativt at lækka skúlaaldurin, og at skúli, forskúli og frítíðarskúli er undir somu leiðslu.
Við ókritiskt sipar hann til, at forskúli ella ein lækkaður skúlaaldur bert er meira skúli, sum frammanundan ikki megnar sína uppgávu.
Jógvan Philbrow kennir ivaleyst ikki tilgongdina í sambandi við arbeiðið hjá skúlastýrinum í Tórshavnar kommunu. Í fólkaskúlalógini er kravt, at skúlastýrini skulu viðgera uppskot til broytingar í skúlabygnaðinum, so sum talan er um í hesum føri. Uppskotið er ein heildarætlan fyri skúlaskipanina í Tórshavnar kommunu. Tað er ikki viðgjørt politiskt, og sostatt eru ongar avgerðir tiknar enn. Verður uppskotið sett í verk, skulu námsfrøðingar í kommununi sjálvandi eisini viðgera tað, tí so verður ein partur av skúlanum teirra arbeiðsøki.
Álitið viðger skúlabygnað og skúlabygging í Tórshavnar kommunu. Evnini , sum eru viðgjørd eru skúlaeindirnar, støddirnar á teimum, skúlaskiftið úr miðdeild í hádeild, nýggjur skúli í vesturbýnum, Nám X, innskúling og frítíðarskúli í skúlanum.
Jógvan Philbrow tykist heldur ikki kenna fortreytirnar fyri ymsu niðurstøðunum – men ger skjótt av, tí eingin námsfrøðingur hevur verið hoyrdur. Fyri ikki at leggja eftir lærarunum og skúlaleiðarunum, sum eisini sótu í skúlastýrisbólkinum – teir eru jú fakfólk, verður lagt eftir foreldrunum.
Eg havi onga avgjørda meining um at lækka skúlaaldurin, men forskúlaskipanina dámar mær. Jógvan Philbrow eins og Pedagogfelagið áttu at vita, at forskúli er ikki bert ”meira skúli”.
Tvørturímóti, tí í forskúlanum virka bæði lærarar og námsfrøðingar. Hetta er í veruleikanum einastandandi. Her eru fakligu múrarnir brotnir niður, sum nøkur framvegis vilja hava standandi uppi. Her verður samstarvað tvørtur um fakmørk við barnsins fjøltáttaðu menning fyri eyga, har námsfrøðingarnir eiga sín stóra leiklut.
Eg skilji tí væl foreldrini, at tey vilja slíka skipan, tí hon er góð fyri børnini, og ivaleyst vildu tey helst, at hetta samstarv helt fram í øllum førum øll tey fyrstu skúlaárini. Hetta er eisini tað einasta rætta, og sjálvandi skulu skilagóð sjónarmið og krøv, sum foreldur í dag seta til uppvøkstur og læring, verða vird. Tað ger Jógvan Philbrow eftir øllum at døma ikki.
Heðin Mortensen
Borgarstjóri