Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

SKRÁSETING FØROYA MÁ EISINI KANNAST

Sambandsflokkurin á Christiansborg: Nú Skráseting Føroya er farin undir at kanna Eik Grunnin, er týðandi at eisini leikluturin hjá Skrásetingini í mun til Eik Grunnin verður kannaður.

Skráseting Føroya hevur sett ein advokat at kanna Eik Grunnin. Um so er, at hetta kanningararbeiðið fer í gongd, má tryggjast, at ein óheft kanning verður gjørd av Skrásetingini sjálvari, tí hon hevur havt ein ivasaman leiklut í samskifti sínum við Eik Grunnin.

Orsøkin til, at eisini Skrásetingin eigur at verða løgd undir luppin, er avgerðin frá 9. mars í 2010. Tá gav Skráseting Føroya Eik Grunninum samtykki til at veita Eik Banka kapital, so bankin kundi luttaka í Bankapakka 2.

Tann 24. nov. 2010 vísti Vinnumálaráðið í skrivligum svari til undirritaða m.a. á hesi viðurskifti:

• Skrásetingin gav Eik Grunninum sítt samtykki uttan at gera sjálvstøðugar kanningar av fíggjarligu støðuni í Eik Grunninum.

• Skrásetingin kannaði ongar dagførdar roknskapir.

• Skrásetingin útvegaði onga grannskoðaraváttan og heldur onga skrivliga frágreiðing frá Eik Grunninum.

• Skrásetingin hevur onga fundarfrágreiðing frá fundi við Eik Grunnin og Eik Banka.

• Skrásetingin hevur ongi notat tikið í sambandi við samtykkið, ið varð givið Eik Grunninum.

Nógvir ósvaraðir spurningar eru í sambandi við arbeiðið hjá Skrásetingini í júst málinum um Eik Grunninum. Tí eigur ein óheft kanning av Skrásetingini at verða gjørd, samstundis sum grunnurin verður kannaður.

Landsstýrið ella Løgtingið eiga taka stig til hesa kanning.

Verður onki gjørt, kunnu borgarar illa hava álit á arbeiðinum hjá Skráseting Føroya, ið hevur eftirlitið við føroyskum grunnum.

Sambandsflokkurin á Christiansborg

Edmund Joensen, fólkatingsmaður