
Skráin fyri fjallarenningina “Seyðamaðurin á Sondum” á Vestanstevnu í Sandavági
Nær: Sunnudagin 15. juli 2012 kl. 15.00 til uml. kl. 19.00
Hvar: Møtt verður við skúlan á Giljanesi (miðskeiðis millum Sandavág og Miðvág) kl. 15.00 stundisliga
Tilmelding: Meldað verður til renningina við at gjalda kr. 200 á konto hjá Sandavágs Ítróttarfelag 9181-1255977. Viðmerk gjaldingina: “Fjallarenning” umframt navn og fartelefonnr.
Tilmeldingarfreistin: Tilmeldingarfreistin er hósdagin 12. juli 2012
Skráin:
Kl. 15.00: Rennararnir møta við skúlan á Giljanesi og fáa útflýggjað startnummar. Bussur koyrir síðani rennararnar til Vatnsoyrar.
Frá uml. kl. 16.00: Tyrlan hjá Atlantsflog flýgur rennararnar norður á Fjallavatn.
Kl. 16.30/17.00: Huldukonan við Húsagjógv setur allar rennararnar í gongd samstundis
Kl. 17.30/18.00: Teir fyrstu rennararnir koma væntandi á mál við kirkjuna í Sandavági
Uml. kl. 18.30: Heiðursmerki og vinningar verða handað við kirkjuna í Sandavági. Vinningur verður burturlutaður millum allar rennararnar. Vit sláa ring og kvøða “Seyðamaðurin á Sondum”. Frukt og vatn verður at fáa á málinum
Stutt um renningina
Teinurin er uml. 13 km langur og miðallættur at renna. Runnið verður meginpartin í haganum, og tí mugu rennararnir vera væl skøddir og ílatnir eftir veðrinum.
Vælkomin til fjallarenning á Vestanstevnu
Sandavágs Ítróttarfelag (SÍF)