Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Skrá fyri Vísindavøku á ferð 2018

Dan Klein --- 07.09.2018 - 07:00

Vísindavøkan fer aftur á ferð í ár. Hetta verður í tíðarskeiðnum 17. til 26. september.

Í ár verður tiltakið skipað nakað øðrvísi enn áður. Talan verður um fimm tiltøk kring landið, sum eru skipað eftir sama leisti. Tiltøkini verða á Seglloftinum á Tvøroyri 17.9., við Løkin í Runavík 19.9., á Sands Bókasavni 20.9., á Sørvágs Bókasavni 24.9. og á Tekniska Skúla í Klaksvík 26.9.

Á hvørjum tiltaki verða tríggjar styttri framløgur við granskarum frá ymsu stovnunum kring landið. Til dømis ber til at hoyra um súlu og súluveiðu, um vit hava meira vind í Føroyum nú enn fyrr, um nær ein læraraútbúgving er nóg góð og um einkjur og einkjumenn í Føroyum í 1800-talinum, fyri at nevna nakrar úr rúgvuni. Hvør framløga verður bert hildin eina ferð, so møguleiki er at fara til fimm ymisk tiltøk.

Tað verður eisini ein stutt kunning um gransking í Føroyum, um hvat gransking er, hvør granskar, hvat verður granskað og hví. Eisini verður okkurt tilfar at síggja og tosa um í kaffisteðginum.

lýsing fyri tiltøkunumhttps://www.gransking.fo/media/3063/vísindavøka-á-ferð-lýsing.pdf

Skráin
Mánakvøldið 17.9. kl. 19.30 - Seglloftið á Tvøroyri
Kári Mortensen, Umhvørvisstovan: Sólorka
Lena Nolsøe, Tjóðskjalasavnið: Fruentimmerpynt m.m. - Handilsloyvi og handilin hjá Elisabeth Helenu Müller frá 1836
Ása Johannesen, fiskaaling: Atferð hjá rognkelsum og laksi í tveimum alibrúkum í Føroyum

Mikukvøldið 19.9. kl. 19.30 - Bókasavnið við Løkin

Hilmar Simonsen, Fróðskaparsetrið: Hava vit meiri vind í Føroyum nú enn fyrr?
Anfinnur Johansen, Fróðskaparsetrið: Føroysk fólkanavnagáva síðstu fjórðingsøld
Óluva Eidesgaard, Jarðfeingi: Er heita vatnið í Kollafirði burðardygt?

Hóskvøldið 20.9. kl. 19.30 - Sands Bókasavn

Annika Skaalum, Tjóðskjalasavnið: Einkjur og einkjumenn í Føroyum í 1800-talinum - Lutfall og aldursbýti
Annbjørg á Høvdanum, Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu: Hvussu ávirkar svøvnur og møði manningina á fiskiskipum?
Sólvá Jacobsen, Havstovan: Hvussu ávirkar fiskayngul vistskipanina á Landgrunninum?

Mánakvøldið 24.9. kl. 19.30 - Sørvágs Bókasavn

Bergur Olsen, Havstovan: Um súlu og súluveiðu
Uni Árting, Fróðskaparsetrið: Um gosfjallið, sum nýliga er funnið á Vágoynni
Sámal Tróndur F. Johansen, Tjóðskjalasavnið: Løgmaður og Dorthea Wenningsted – Eitt stríð um makt og leysingabørn síðst í 1700-talinum

Mikukvøldið 26.9. kl. 19.30 - Tekniski Skúli í Klaksvík
Sanne Storm, Landssjúkrahúsið: Røddin í miðdeplinum og átaksøki í mun til perinatalan ótta og tunglyndi
Tróndur Kragesteen, Fiskaaling: Skynsamasta lúsamark fyri alibrúk, sum hava samband hvørt við annað
Hans Harryson, Fróðskaparsetrið: Nær er ein læraraútbúgving nóg góð? – Tær fimm vágskálirnar