Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

SKOYTUBREYTIN OPIN TIL SUNNUDAGIN

Skoytubreytin hevur aftur í ár savnað fólk saman og sett sín greiða dám á miðbýin. Vælumtókta skoytubreytin er opin til og við sunnudagin.

Í komandi viku verður so farið undir at taka vøllin niður, sum hevur staðið í kommunuskúlagarðinum síðani 29. november í fjør. 

Fyrstu vetrarnar var skoytubreytin hjá Tórshavnar kommunu á parkeringsplássinum á Skálatrøð. Síðani var hon uttan fyri Ráðhúsið í tvey ár. Og fyri fyrstu ferð er skoytubreytin so í kommunuskúlagarðinum veturin 2014/15. 

Nógv fólk roynt skoytubreytina seinastu tveir mánaðirnar.

Nærri kunning um skoytubreytina sæst http://www.torshavn.fo/Default.aspx?pageid=1033