Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Skotið fyri fótbóltsvølli í Hoyvík

Seinnapartin í gjár, var fyrsta skotið latið av fyri fótbóltsvøllinum niðan fyri Skúlan við Løgmannabreyt í Hoyvík. Grivið hevur verið omanav seinastu dagarnar og nú er so komið niður á hellu. 

Grótið, sum nú verður sprongt, verður brúkt til at gera nýggju útstykkingina Oman Gil, sum eftir ætlan skal verða liðug tann 1. november í ár.